Vit kunnu rokna við hægri olju- og gassprísum í 2023. Hetta vísir kanning, sum Reuters hevur gjørt.
Oljuprísurin var í morgun 85,91 dollarar fyri tunnuna. Tað dregur tó báðar vegir.
Óttin fyri at koronasmittan fer at vaksa í Kina kann hótta eftirspurningin, meðan væntandi lægri oljuframleiðsla í Russlandi sum avleiðing av sanktiónunum móti landinum kann hótta útboðið.
Kanningin hjá Reuers vísir, sambært norska netmiðlinum e24, at oljuprísurin í meðal í 2023 fer at liggja um 89,37 dollarar. Hetta er 4,6% minni enn væntað varð í eini kanning í november.
Reuters hevur spurt 30 búskaparfrøðingar og greinarar í kanningini. Fleiri av greinarunum vísa á, at eftirspurningurin eftir olju fer at hækka í seinnu helvt av 2023 orsakað av, at Kina hevur strikað restriktiónirnar. Haraftrat verður roknað við, at sanktiónirnar móti oljuútflutninginum úr Russlandi frá Vesturheiminum fara at hava avmarkaðan virknað.
Eisini gassprísirnir fara at vaksa munandi í 2023. Greinarar halda, at gassprísurin kann gerast methøgur í hesum árinum við 200 dollarum.
Keldur: E24, Reuters, Oil Price
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald