Avgerðin hjá Hægstarætti er eitt avgerandi afturstig fyri grøna orkupolitikkin hjá Joe Biden forseta. Í avgerðini vísir Hægstirættur aftur ætlanini hjá EPA, Environmental Protection Agency, at hava eftirlit við og at minka um CO2 útlátið frá verandi orkuverkum kring USA, og tað er ein dyggur frammaná til ætlaninar hjá Biden fyrisitingini at steðga veðurlagsbroytingunum.
Avgerðin fekk øði í Biden og umhvørvisfólk kring alt USA, tí hon setir USA ártíggju aftur í tíðina, tá tað ræður um at røkka veðurlagsmálunum og her m.a. málinum hjá forsetanum at reka elnetið við reinari orku frá 2035.
Men umboð fyri republikanskt stýrdar statir eru fegnir um avgerðina, tí teir halda ikki, at ein stovnur sum EPA skal fáa so stórt vald. Tey vilja hava, at størri vald skal vera hjá Kongressini í slíkum málum.
Aftanfyri avgerðina liggur eisini ein roynd at forða fyrisitingini at seta fót fyri kolaorkuverkum.
Í grundgevingini siga teir seks dómararnir Roberts, Clarence Thomas, Samuel A. Alito Jr., Neil M. Gorsuch, Brett M. Kavanaugh and Amy Coney Barrett, at tað er ikki rætt at geva so stórt vald til almennar stovnar, tá Kongressin ikki sjálv fær sett í verk tiltøk av ymsum slag. Hetta stríðir ímóti grundlógini, ið greitt sigur, at almennir stovnar hava avmarkað rættindi til at leggja seg út í grundleggjandi avgerðir.
Minnilutin í Hægstarætti, Elena Kagan, Stephen G. Breyer and Sonia Sotomayor, finst at avgerðini hjá meirilutanum og sigur, at hann við hesi avgerð í veruleikanum hevur sett seg sjálvan oman fyri bæði Kongressina og teir serfrøðingastovnar, sum arbeiða við veðurlagspolitikki og -málum. Kagan skrivar: “I cannot think of many things more frightening.” Tvs. at hon óttast hesi gongdini. Hon greiddi eisini frá hættisligu støðuni á jørðini við veðurlagsbroytingum av ymsum slag so sum ódnum, turki, eldibrandum og øðum avleiðingum av yvirupphitingini.
Hon vísti á, at Biden royndi at ganga á odda fyri at forða fyri veðurlagsbroytingum og harvið eisini geva øðrum londum íblástur til at taka tað grøna skiftið í álvara. Avgerðin hjá Hægstarætti saman við støðuni í Ukraina er við til at seinka grøna orkuskiftið.
Biden sigur eftir avgerðina, at hann fer at halda fram við sínum arbeiði fyri at steðga veðurlagsbroytingunum bæði frá sínum sesssi og eisini gjøgnum Kongressina og í býum kring landið.
Sambært úrskurðinum hjá meirilutanum í Hægstarætti kann EPA umhvørvisstovnurin hava eftirlit við útlátinum, men hann hevur ikki myndugleika til at krevja av orkuverkum, at tey skifta til varandi orku.
Republikanarar fegnast um avgerðina í Hægstarætti og siga, at tað skulu ikki vera almennar fyrisitingar og stovnar, sum skulu avgera lagnuna hjá orkuverkum ol. Tað er bara uppgávan hjá Kongressini at avgera slíkt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald