Statsliga svenska námsfelagið LKAB hevur í dag boðað frá, at felagið hevur funnið sjáldsom ráevni í stórum mongdum nærhendis norðursvenska námsbýin, Kiruna.
Tíðindini vórðu slept nú ES-nevndin er á vitjan í Kiruna í sambandi við at Svøríki hevur formansskapin í ES í løtuni.
Onki verður sagt um, hvørji ráevni talan er um, men talan er um ráevni í stórum mongdum, og at hetta kann gera Evropa munandi minni bundið av ráevnum úr Kina fyri at styrkja grøna skiftið, sigur svenska ráðkvinnan við orkumálum, Ebba Busch.
Hon vísir á, at ES í løtuni er sera bundið at Kina fyri evni, sum eitt nú verða brúkt í framleiðsluni av el-bilum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald