Innanlands

Hava kannað møguleikarnar fyri alternativari orku á Fossum

Royndarboringin í økinum við útstykkingina ovarlaga í Klaksvík vísir nøkur óvanlig ting. Verkætlanin, sum Jarðfeingi stóð fyri, varð kostnaðarmett til yvir 330.000 krónur

2025-01-28 16:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í sambandi við útstykkingina á Fossum, hevur Klaksvíkar kommuna samstarvað við Jarðfeingi í tilgongdini at kanna møguleikarnar fyri alternativari orku á Fossum. Nevnast kunnu sjóhiti, gagnnýtsla av tunnilsvatni og jarðhitaboring.

Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.

Jarðfeingi vísti stóran áhuga fyri økinum á Fossum, í mun til gransking. Hetta tí at fleiri serstøk fyribrigdi tykjast at vera í økinum ovarlaga og sunnarlaga á vestara armi í Klaksvík.

Á fíggjarlógini 2022 var serstøk játtan til gransking av hesum slagi - sonevnd Orkustuðulsjáttan. Jarðfeingi fekk játtað stuðul til at gera royndarboring við jarðhitaholum við atliti til kortlegging av jarðfrøðini í økinum, serliga hvat viðvíkur vatnførandi rivum og løgum í undirgrundini og við tí endamáli at útvega nýggja vitan um orkumøguleikar úr undirgrundini

- Jarðfeingi stóð fyri verkætlanini, sum varð kostnaðarmett til 331.200 krónur Jarðfeingi søkti um 165.600 krónur (helvtina av kostnaðinum) frá Orkustuðulsjáttanini, og hin helvtarpartin av verkætlanini fíggjaðu Jarðfeingi og Klaksvíkar kommuna við 82.800 krónum hvør. Felagið BORA stóð fyri boringini, upplýsir klaksvik.fo.

Óvanliga djúpt og ikki so nógvur hiti

Hvat vísti kanningin so?

- Úrslitini frá royndarboringini vísa millum annað, at grundvatnsspegilin í royndarboringini á Fossum situr óvanliga djúpt niðri í boringini – 83,75 metrar undir yvirflatuni og á leið 30 metrar omanfyri sjóvarmálan.

Yvirflatuvatn rennur niður ígjøgnum holið, heilt niður á 375,25 metrer dýpi, har tað rennur út. Holið er tí ikki egnað til at máta hitan á grótinum fyrr enn eftir 375,25 m dýpi, tá vatnstreymurin steðgar.

Tað varð eisini staðfest, at jarðhitavøksturin er lágur: Umleið 0,25 ℃/100 m.

- Hóast tað ikki kann sigast við vissu, so kann væntast, at grundvatnsspegilin í jarðhitaboringum í býlinginum á Fossum fer at vera sera lágur. Tað veldst um, um ein boring rakar rivur ella op við rennandi vatni, og hvussu langt niðri í boringini hetta er.

Lesast kann meira um granskingarverkætlanina HER

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder