Í einum øki í djúphavinum norðan fyri Føroyar, við Ægisryggin, verður mett, at góð líkindi eru fyri at finna havbotnsmineral í stórum nøgdum.

Kort av føroyska landgrunninum (tjúkk reyð strika). Økið við Ægisryggin er víst við tunnari reyðari linju. Hetta økið er 47,817km2. Við reyðum stiklaðum strikum er víst, hvar fiskiskapur eitt árið (2006) við troli og línu var. Kortið vísir eisini grótroyndir av havbotni á føroyska landgrunninum og nakað sunnan fyri 200 fj. markið.


Fyri at tílík havbotnsmineral kunna vaksa á havbotninum, eru nakrar grundleggjandi fyritreytir til eitt nú dýpið, skap og slag av hellubotni. Dýpið skal helst vera omanfyri 400 m, hallið á havbotninum omanfyri 20 stig, og hellubotnurin skal vera harður og uttan stórvegis sediment. Kaldi sjógvurin inniheldur upployst metalgrundevni frá heitum keldum úr havbotninum og av tærdum gróti, ið áir føra út í havið, og hesi grundevni gerast partur av fasta havbotninum sum havbotnsmineral.

Í einum útvaldum øki (Mynd 2) sæst, at víddin av øki við halli omanfyri 20 stig er umleið 700 km2. Hetta svarar til samlaðu støddina á Streymoy, Eysturoy og Kalsoy. So talan er bert um eini 0,2% av samlaða føroyska landgrunninum, ella 1,5% av útvalda økinum kring Ægisryggin. Úrslit frá fyribils tilfeingismeting er, at væntast kann, at umleið 700 milliónir tons av jarn-manganskorpu finnast á havbotninum.

 A) Kortið vísir mynd av útvalda økinum kring Ægisryggin (svart). Havbotnur við halli omanfyri 15° er vístur við hvítum liti á svørtu bakgrundini. B) Kortið vísir aldur á havbotninum í útvalda økinum. Litirnir vísa til aldursintervallini.


Hesi fyrstu úrslitini skulu sjálvsagt takast við størsta varsemi, tí enn hava ongar málrættaðar kanningar verið á hesum djúphavshavbotni. Fyrsta vísindaliga kanningarferðin við hesum endamáli verður í økinum komandi summar. Her vera bæði kanningar av jarðfrøðiligum viðurskiftum, saman við lívfrøðiligum kanningum av havbotni og djúphavinum partur av verkætlanini. Eftir hetta kann ein meira eftirfarandi tilfeingismeting gerast.

Jarn-manganskorpa frá Ægisrygginum. Hesin prøvin er frá Universitetinum i Bergen og er tikin í sambandi við teirra havbotnskanningar í økinum.


Vitanarop eru tó á fleiri økjum, ið hava týdning fyri at kunna taka støðu, hvørt Føroyar skulu fara undir at bjóða øki út til djúphavsmineralvinnu. Her er serliga talan um lívfrøðilig og umhvørvislig atlit, og hvørja ávirkan ein djúphavsnámsvinna kann hava á hesi øki.

Frágreiðingin kann lesast her.