Tað var danski kongurin, ið sjósetti nýggju verkætlanina, tá hon fór av bakkastokki í Esbjerg fríggjadagin. Carbon Destroyer 1 varð sjósett sum fyrsta CO₂-goymsluskipið í Evropa herfyri og skal nú sum tað fyrsta av sínum slag í Evropa flyta CO2 út til goymslupallin í Norðsjónum, har CO2 fer at verða goymt í undirgrundini. Hetta er triðja verkætlan av sínum slag í Evropa. Ein er í Norra og ein er í Hálandi. Hetta er so eisini byrjanin til eina heilt nýggja vinnu, sum kemur í kjalarvørrinum á verðurlagsbroytingunum.
![]()
Í mai varð fyrsta skipið, sum fyritøkan Wagenborg hevur ment til at flyta flótandi CO₂ úr londum kring Evropa, sjósett. Skipið, Carbon Destroyer 1, skal eftir ætlan flyta CO₂ úr Esbjerg havn í Danmark til Nini-økið í danska partinum av Norðsjónum. Nini-økið verður rikið av orkufelagnum INEOS, og har skal CO₂ goymast varandi 1.800 metrar undir havbotninum í einum oljufelti, har framleiðslan er endað.
Sjósetingin av Carbon Destroyer 1 er eitt týdningarmikið næsta stig í arbeiðinum við kolevnisfangst og -goymslu í Evropa,“ sigur Sir Jim Ratcliffe, nevndarformaður í INEOS.
“Vit vísa, at tað ber til at reka kolevnisgoymslu vinnuliga, og at hetta er ein munandi betri leið at avkola Evropa uttan samstundis at nerva evropeiska vinnulívið.“
Skipið, sum er eitt nýbrot innan økið, er partur av Project Greensand, sum er fyrsta verkætlanin í ES, ið arbeiðir við kolevnisfangan og -goymslu í vinnuligum skala.
Í løtuni verður ein nýggj CO₂-móttøku- og útflutningsterminalur bygdur í Esbjerg havn. CO₂, sum skal goymast, verður fyrst goymt á terminalinum í einum av seks stórum goymslutangum. Síðani verður CO₂ lastað umborð á Carbon Destroyer 1 og flutt út til Nini-pallin á havinum.
Flutningurin kann eftir ætlan byrja seinni í ár sigur Ineos í tíðindaskrivi.
Í fyrsta umfari skulu umleið 400.000 tons av CO₂ um árið goymast varandi undir jørð. Størsti parturin av CO₂-num kemur frá framleiðslu av gassi. Ætlanin er tó at økja um framleiðsluorkuna stigvíst, og fram móti 2030 kann verkætlanin eftir ætlan taka ímóti og goyma upp í átta milliónir tons av CO₂ um árið.
„Hetta er gass, sum annars hevði verið latið út í atmosferuna,“ sigur Mads Gade, stjóri í INEOS Denmark og vinnustjóri í INEOS Energy, sum er fyristøðufelag og høvuðspartnari í Greensand-verkætlanini.
Sambært metingum hjá ES-nevndini hevur ES tørv á at byggja upp eina goymslukapasitet til 250 milliónir tons av CO₂ um árið í 2040, um málini í Parísavtaluni skulu røkkast.
![]()
Carbon Destroyer 1 er fyrsta skipið í Evropa, sum er serliga bygt til at flyta CO₂ til varandi goymslu úti á havinum. Mynd Ineos
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald