Talan er um 65 mia. tunnur av olju, sum USA komandi 25 árini fer at umsita. Henda avtalan kemur í kjalarvørrinum av amerikonsku uppileggingini í Venesuela fyrr í ár, har forsetin í landinum Maduru varð handtikin og fluttur til USA.
Talan er um at gera íløgur fyri 100 mia. dollarar, sum aftur fer at geva statskassanum í Venesuela góðar 200 mia. dollarar í skattainntøkum. Amerikanski forsetin sigur, at hetta er størsta oljuavtala í søguni og fer hon at minka um orkuprísirnar í USA, nú tveir mánaðir undan amerikonsku miðvalunum.
Eygleiðarar eru tó sera ivasamir um avtaluna og siga, at hon er ógvuliga óviss. Virkandi forsetin í Venesuela, sum tók við eftir Maduru, rósar avtaluni og sigur, at hon er ein hornasteinur í framtíðar orkupolitikkinum hjá landinum, sum í dag sigst goyma mest olju og gass í undirgrundini í øllum heiminum.
Í Venesuela eru mong sera ivasom um avtaluna, sum tey siga fer at skapa ruðulleika í landinum, tá amerikonsk oljufeløg fara at gera seg teimum lystir. Tað skilst, at tað eru amerikansku uttanríkisráðharrin og krígsmálaráðharrarnir, sum hava staðið fyri samráðingunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald