Tað er skjótt eitt ár síðani, at seks evropeiskar havnir, sum hava avgjørt at vera partur av havvindorkumenningini, stovnaðu felagsskapin “Offshore Wind Port Alliance”. Hetta kom í kjalarvørrinum av politisku útmeldingunum í Evropa og her serstakliga londunum rundan um Norðsjógvin um at skunda undir útbygging av havvindmylnulundum til tess at røkka málunum í tí grøna orkuskiftinum.
Umboð fyri tær seks evropeisku havnirnar, sum hava tikið stig til samstarv.
Skal hetta grøna málið røkkast so hava vælútbygdar havnir ein sera týðandi leiklut, og tað er henda, sum umboð fyri tær seks havnirnar halda, at stjórnirnar við tí grøna orkuskiftinum í huga ikki taka í nóg stórum álvara.
Ein av havnunum er tann í Esbjerg, har stjórin Dennis Jul Pedersen, sambært Søfart, júst hevur sent tíðindaskriv út, har havnasamstarvið millum tær seks havnirnar heitir á stjórnirnar til at seta sær størri mál fyri havvind, og tá er avgerandi, at politikarar kring Evropa viðurkenna og stuðla uppundir royndirnar at menna eitt nú havnirnar og harvið offshore vindídnaðin.
-Allar havnirnar í samstarvinum ynskja at vera við til at menna havvindvinnuna og harvið gera tær til ein týðandi part av evropeisku orkuverkunum til havs. Vit hava tørv á greiðum málum og strategium frá politikarunum sigur Dennis Pedersen, sum heldur, at verður hetta ikki gjørt, so verða grønu málini við havvindorku ikki rokkin. Og hetta hevur skund leggur hann aftrat.
ES hevur avgjørt, at Evropa skal menna havvindorkuna til 60 GW í 2030 og 340 til 450 GW í 2050. Í dag er samlaða orkan í ES uppá 30 GW.
Umboð fyri havnirnar siga, at tær hava lagt seg eftir at gera stórar íløgur í menning av ymsum slag til tess at kunna skapa grundarlag fyri vaksandi havvindorkuvinnuni. Men tær sakna, at tað politiskt verða tikin stig til at økja um íløgurnar í vinnuna. Eisini verður víst á týdning, sum havnirnar hava fyri orkutrygdina í Evropa.
Í dag eru í dag 15 havvindmylnulundir í Danmark, og fleiri koma aftrat komandi árini. Tann menningin setir stór krøv til havnirnar.
Havnasamstarvið kom eftir, at politisku leiðslurnar í Evropa samtyktu eina stóra útbyggingarætlan fyri havvind. Tær seks havnirnar í samstarvinum eru Port Oostende í Belgia, Groningen Seaports/Eemshaven í Hálandi, Niedersachsen Ports/Cuxhaven í Týsklandi, Nantes-Saint Nazaire Port í Fraklandi, Humber í Bretlandi og Esbjerg Havn í Danmark.
Havnirnar siga, at offshoreídnaðurin og offshorehavnirnar eru av avgerandi týdningi fyri, at grøna orkuskiftið skal eydnast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald