Uttanlands

Heimsins máttmiklasta sjóvarfallsturbina framleiðir streym á netið

Sjóvarfallsstøð í Orknoyggjunum framleiðir nú streym inn á netið

2021-07-31 14:25 Author image
Jan Müller
placeholder

Í meira enn 15 ár hava verið gjørdar royndir við sjóvarfallsorku í Orknoyggjunum. Loksins er  “Heimsins máttmiklasta sjóvarfallsturbina”, sum hon verður nevnd, farin at framleiða streym inn á  elnetið í Orknoyggjunum. Talan er um O2 turbinuna, sum Orbital Marine Power hevur ment. Tann 74 metrar stóra turbinan er fest í akkerð í Fall of Warness og bundin í netið á “European Marine Energy Center, umvegis ein sjókaðal. Hetta skrivar Energy Voice.

[object Object]

Turbinan er uppá 2 mega-watt og fer hon at framleiða streym komandi 15 árini svarandi til nýtsluna hjá 2000 húsarhaldum. 02 fer eisini at veita orku til eina støð í landi, sum framleiðir grønt vetni. Andrew Scott, stjóri sigur, at hetta er ein týðandi varði fyri 02 verkætlanina og takkar hann bæði Orbital og veitingarvinnuni fyri at hava avrikað eitt sera væleydnað arbeiði.

“Okkara vón er, at henda ætlan kann vera við til at fáa onnur kring heimin at taka undir við útbygging av sjóvarfallsorku, sum kann vera við til at steðga verðurlagsbroytingunum."

Turbinan er gjørd í Dundee og verður roknað við, at kostnaðurin, sohvørt turbinan verður ment og umbiðin, kann minka munandi. Nú verður farið at byggja størri eindir, sum tá kunnu setast upp ymsa staðni í Bretlandi. Ráðharrin fyri varandi orku í Skotlandi sigur, at hetta er ein stórur dagur fyri Skotland, sum við hesi verkætlan hevur lagt seg á odda við sjóvarfallsorku.

Eisini í Føroyum verða royndir gjørdar við sjóvarfallsorku. Tað er ein svensk fyritøka, sum saman við SEV ger royndir í Vestmannasundi.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder