Uttanlands

Heimsins størsta havvindmylnulund skjótt klár

Dogger Bank havvindmylnulundin í Bretlandi verður heimsins størsta og fevnir um ikki færri enn 277 vindmyllur. 

2023-07-31 12:37 Author image
Jan Müller
placeholder

Sum ikki einaferð eru norðmenn, sum aftur eru fremstir og størstir. Ì hvussu er tá talan er um orku. Hóast Dogger Bank liggur á bretskum øki, so er tað norska orkufelagið Equinor, sum stendur við endan. Tær fyrstu av teimum nærum 300 vindmyllunum eru um at verða klárar til at framleiða streym, hóast øll lundin verður liðug útbygd í 2026 skrivar Teknisk Ukeblad. 

[object Object]

-Hetta er tað stóra orkuvegamótið vit bíða eftir,  nevniliga byrjanina til framleiðslu á Dogger Bank. Myllurnar verða nú fluttar út á leiðina og vit rokna við fyrstu framleiðsluni um nakrar vikur, sigur samtaksstjórin í Equinor Anders Opedal, sum er eitt av feløgunum aftanfyri risastóru varandi orkuverkætlanina. 

[object Object]

Vindmylnulundin liggur 130 kilometrar í ein norðan og eystan fyri Bretland og fer at hava eina framleiðsluorku uppá 3,6 GW. Hon fer undir fullari framleiðslu at nøkta nýtsluna hjá 4,5 mió.  húsarhaldum ella 5% av streymtørvinum í Bretlandi. 

[object Object]

Equinor stendur fyri 40% av Dogger Bank. Hini feløgini eru SSE Renewables eisini við 40% og Vårgrønn við 20%. Samlaði kostnaðurin er 100 mia. kr. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Anders Opedal, samtaksstjóri hjá Equinor

Grønt og svart um somu tíð

Enn ein stór verkætlan á bretska landgrunninum, har norska Equinor er undangongufelag, er komandi útbyggingin av risastóru olju- og gasskelduni Rosebank 20 kilometrar eystan fyri føroyska markið. Væntað verður, at bretska stjórnin fer at geva endaligt loyvi til hesa útbygging í august tvs. um nærum somu tíð, sum elframleiðslan á Dogger Bank kann byrja. Tvs. at her er talan um eina norska orkufyritøku, ið gongur á odda bæði innan fyri menning av fossilari orku og varandi orku.

[object Object]

Stór mótstøða hevur annars verið móti Rosebank útbyggingini frá umhvørvisfelagsskapum, men bretska stjórnin heldur fast um at geva loyvi til útbyggingina m.a. til tess at verja framtíðar orkutrygdina í landinum.

[object Object]

[object Object]Umhvørvisfelagsskapir í Bretlandi ynskja Equinor, har piparið grør, nú tað fyrireikar stóra útbygging av olju- og gasskeldu vestan fyri Hetland

 

Orkan.fo, sum hevur fylgt hesum báðum risastóru orkuverkætlanunum í grannalagnum, metir, at tað kann gott fara at gerast eitt møguligt samanfall í tíð millum tað grøna og svarta hjá Equinor í Bretlandi, tvs. at Rosebank útbyggingin verður góðkend og fer av bakkastokki um nøkunlunda somu tíð, sum tendrað verður fyri fyrsta streyminum á Dogger Bank.

Hetta vil so eisini vera náttúrligt og vælhóskandi samanfall við strategiina hjá norska orkurisanum, sum hevur sum mál bæði at halda fram við reinari olju- og gassframleiðslu um somu tíð, sum felagið útbyggir grøna og varandi orku í eitt nú Bretlandi. Equinor ætlar at brúka ein triðing av sínum íløgum til olju- og gass og hinar tveir tríðingarnar til grøna varandi orku. 

Spurningurin er í hvønn mun  hesar sannroyndir innan framtíðar orkumenning í okkara næsta grannalag eisini kunnu vera partur av okkara egnu framtíðar orkuvisiónum. Her er talan um eitt hitt fremsta orkufelagið í heiminum, Equinor, ið áður hevur fest røtur um okkara leiðir, sum í næstum fer undir olju- og gassframleiðslu tætt við markið. Nakað, sum eisini kann vera við til at seta ringar í sjógvin kring oyggjarnar, við at brúka føroyskar vørur og tænastur.  

Føroyar hava við stórum meiriluta á tingi og við undirtøku av landsstýrinum enn einaferð staðfest, at orkufeløg eru vælkomin til Føroya at leita eftir kolvetnum. Tað hendir um somu tíð, sum vit leggja um til grøna orku á nógvum økjum. Tað vil siga, at okkara orkupolitikkur samsvarar við strategiina hjá Equinor, har orkumenningin bæði fevnir um grøna orku og kolvetni.

Um tann tíð kemur, at lív kemur í aftur leitingina eftir kolvetnum vil bara tíðin vísa. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur gjørt greitt, at tað er uppgávan hjá Jarðfeingi at marknaðarføra Føroyar sum leitiøki, og sum skilst arbeiða tey á stovninum miðvíst fyri at røkka á mál á hesi kósini. 

Ein Rosebank útbygging so tætt við markið er í hvussu er ein "remindari", áminning, ábending ella um tú vil eitt dejavu, nú tað skjótt eru 10 ár síðani, at oljufeløg rýmdu úr Føroyum. 

Við framtíðar framleiðslu á Rosebank verður brádliga latið upp fyri einum nýggjum undirstøðukervi skamt frá markinum. Tann sannroyndin kann avgjørt vera við til at birta uppundir áhugan hjá orkufeløgum at kanna undirgrundina okkara megin markið. 

[object Object]

[object Object]

Atlantsmótið, tvs. økið millum Hetland og Føroyar verður av nógvum mett sum tað, ið hevur størsta týdningin fyri orkumenningina á bretska landgrunninum, tí økið er lutvíst lítið kannað og útbygt. Her bjóðar norska Equinor seg fram at útbyggja olju- og gassleiðir eins og feløg sum BP, TotalEnergies, Shell og Ithaca Energy. 


Spurningurin er, um Equinor so tætt við føroyska markið er við til at leggja spíran til eina víðari menning vestureftir aftur.

At felagið herfyri gjørdi av at raðfesta Rosebank útbyggingina á Atlantsmótinum og útseta eina stóra útbygging hinumegin Atlantshav, í Kanada, gevur okkum kanska eina ábending um, at norski orkurisin aftur hevur sett kós í ein vestan eins og forfedrarnir gjørdu fyri meira enn 1000 árum síðani.

[object Object]

Tá vit her hava nevnt Rosebank, so eiga vit ikki at gloyma hina stóru olju- og gasskelduna við markið, Cambo, sum eisini stendur fyri at vera útbygd. Og í sama umhvørvi (sí tekning) verður so eisini arbeitt við møguleikanum fyri at útbyggja smærri keldur í grannalagnum so sum Tornado og Suilven. Og uppaftur nærri markið eru eisini stórar vónir til enn eina olju- og gassleið, nevniliga Blackrock, sum kann koma at fáa ein týðandi leiklut, tá og um orkufeløg aftur fara at seta kós móti og yvirum markið. 

Kann tað hugsast, at Equinor, sum leggur seg eftir at framleiða olju og gass við minni útláti um okkara leiðir, eisini kann gerast ein týðandi viðspælari á føroyska landgrunninum, og við sínum drúgvu royndum og vitan og fíggjarligu orku møguliga  sum ein samstarvspartnari á grøna orkuøkinum eisini?

Livst so spyrst. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder