Henda avgerð er tikin eftir, at felagið hevur kannað mannarættindini í londum sum Saudi Arabia, Kuwait, Qatar og øðrum arabiskum londum í Miðeystri, sum øll verða mett at vera partur av brotum á mannarættindini ella virka undir stýrum, sum seta til viks grundleggjandi mannarættindi so sum at gera mun á arbeiðarum. Hetta kemur fram í eini frágreiðing, sum KLP hevur latið gera og sum er almannakunngjørd í dag. Feløgini, sum KLP hevur valt frá í sínum íløguvirksemi eru:
- Saudi Aramco í Saudi-Arabia
- Emirates Telecom í Sameindu Arabisku Emiratunum
- Saudi Telecom í Saudi-Arabia
- Emaar Properties í Sameindu Arabisku Emiratunum
- Aldar Properties í Sameindu Arabisku Emiratunum
- Etihad Etisalat í Saudi-Arabia
- Mobile Telecommunications í Kuwait
- Dar Al Arkan Real Estate í Saudi-Arabia
- Ooredoo í Qatar
- Mobile Telecommunications í Saudi-Arabia
- Mabanee í Kuwait
- Barwa Real Estate í Qatar
KLP skrivar í frágreiðingini, at tað fer í framtíðini at tilskila sær rætt til útiloka feløg, sum kunnu setast í samband við brot á mannarættindi, javnstøðu ol. Ein orsøk til at seta Saudi Aramco á svartalista hjá norska pensiónsfelagnum er ávirkan tess virksemi hevur á umhvørvið skrivar Bloomberg.
KLP er størsta pensiónsfelag í Norra.
Keldur: E24, NRK, Bloomberg, Energy Voice.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald