Innanlands

Heimurin stendur fyri stórum avbjóðingum á umhvørvisøkinum

- Men hóast flest øll eru tilvitað um og halda,at tað hevur stóran týdning at hava fokus á burðardygd so vísa kanningar, at tað eru færri enn helvtin av okkum, sum hava eina veruliga ætlan á økinum

Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele og formaður fyri Burðardyggum Vinnulívi

Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele og formaður fyri Burðardyggum Vinnulívi

2023-03-23 13:14 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað segði stjórin á Føroya Tele og formaður í felagnum Burðardygt vinnulív, Jan Ziskasen herfyri, tá Føroya Tele saman við Burðardyggum Vinnulívi og Umhvørvisstovuni skipaðu fyri tíðindafundi um eina spildurnýggja tænastu, sum skal gagna grøna orkuskiftinum. 

[object Object]

Burðardygt Vinnulív og Umhvørvisstovan hava í nakrar mánaðir verið felags um eina verkætlanin við tí endamáli at byggja eitt føroyskt CO2 rokniamboð. Við hesum amboði verður gjørligt bæði at skilja og rokna út CO2 útlátið hjá fyritøkuni, kommununi, stovninum ella húsarhaldinum.

Jan Ziskasen segði í síni framløgu, at  í  Burðardyggum Vinnulívi hava tey sett fær 5 høvuðsendamál, sum ætlanin er at røkka:

Vit ætla at gerast klókari og dugnaligari at handfara avbjóðingarnar á umhvørvisøkinum

Vit ætla at menna burðardyggar mannagongdir gjøgnum eina strategiska langtíðarætlan

Vit samstarva, so vit koma skjótari á mál

Vit ynskja at fáa restina av samfelagnum at taka lut

....og ikki minst at hugkveikja føroyingar yvirhøvur til eisini at raðfesta hesi stevnumið

-Tað eru hesi høvuðsendamál, sum hava drivið okkum hartil vit eru komin í dag segði formaðurin í Burðardyggum Vinnulívi og helt fyri, at tað hevur stóran týdning, at tað gerast fleiri og fleiri, sum velja kraftiga at raðfesta burðardygd, bæði í tí dagliga og við langtíðarætlanum. 

Jan Ziskasen vísti á, at Føroyar eru smáar og fjarskotnar, men vit eru ofta millum tey bestu. 

-Føroyar hava eitt samlað útlát á landi uppá eina góða millión tons av CO2. Føroya Tele samtakið hevur eitt samlað CO2 útlát uppá umleið 2800 tons, sum svarar til ¼ prosent av samlaða útlátinum í Føroyum

[object Object]

Okkara mál er at koma heilt niður á NULL CO2 útlát í 2030.

Flestu av okkara bygningum koyra ikki longur við oljufýring, men fjarhita, sjóhita og jarðhita og vísti Føroya Tele stjórin her til stóra bygningin, sum fyritøkan heldur til í. 

-Hesin bygningurin er vorðin rættiliga grønur. Spillhitin í datacentrinum verður endurnýttur til at hita bygningin upp við. Kuldin uttanfyri verður nýttur til at køla bygningin niður við.

Tøknihúsið í Miðvági verður rikið av sólorku 2-3 mánaðir um árið.  verður nýggj brint-backup skipan tikin í brúk (alt farnetið í Miðvági koyrir uppá hesa skipanina) – nýbrot í føroyskari søgu. 

Heili 27% av okkara bilaflota eru nú el-bilar. Vit hava sett okkum eitt risa-mál, og vit arbeiða hart fyri at náa hesum máli.

[object Object]

-Við at samstarva uppá tvørs av vinnuni og innan almenna geiran, so veit eg, at tað ber til, at vit í Føroyum seta nøkur risa-mál, hvat umhvørvisøkinum viðvíkir og náa hesi áðrenn 2030.

[object Object]

Eftir sína framløgu handaði formaðurin í Burðardygt Vinnulív   skjeytið til CO2 roknaran til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra á Umhvørvisstovuni og helt fyri:

-Við hesum handa limirnir í Burðardyggum Vinnulívi Umhvørvisstovuni ognarrætt og framhaldandi menning av CO2-roknaranum, sum skal virka fyri burðardyggari samfelagsmenning og eggja fyritøkum í Føroyum at taka ábyrgd og raðfesta byrðardyggar mannagongdir. 

[object Object]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder