Herfyri vórðu umboð fyri vinnuna í Hetlandi á vitjan í Føroyum. Tað var byggifyritøkan Articon, sum beyð hetlendingum henda veg at síggja, hvussu væl føroyska samfelagið er útbygt seinastu árini við m.a. einum fyrsta floks undirstøðukervi. Um somu tíð fingu vertirnir eisini innlit í týðandi orku-undirstøðukervið, sum er útbygt í havøkinum eystan fyri Føroyar og sum eftir øllum at døma fer at verða útbygt enn meira komandi árini til gagns eisini fyri Føroyar.
Gestirnir sluppu at síggja við egnum eygum fleiri stórar útbyggingar í Føroyum tað veri seg veganetið, tunlar eins og vinnuútbyggingar av ymsum slag. Vitjað var á Elementhøllini á Sundi, síðani á Skála, har nýggj turrdok verður bygd, á Havsbrún, har goymslutunlar eru týðandi partur av virkseminum og síðani hjá MEST, Smyril Line og á Articon, vertinum, sum er ein av stóru fyritøkunum í Føroyum, ið umframt at vera partur av menningini av samfelagnum eisini hyggur frameftir og til eina og hvørja tíð eisini kannar møguleikar fyri at vera við til útbyggingar í grannalagnum eitt nú Hetlandi. Hetlendsku gestirnir høvdu so eisini høvi at royna fleiri av tunlunum í Føroyum, eitt nú Eysturoyartunnilin.
![]()
Eftir vitjanina fingu vit orð á Calum Grains, ovasta stjóra fyri havnina í Lerwick, sum er eitt av teimum stóru og mest týðandi arbeiðsplássunum og fyritøkunum í Hetlandi. Hann sigur:
– Vit vóru øll sera hugtikin av vitjan okkara í Føroyum, og vit vórðu sera væl móttikin og tikin væl um av vertum okkara Articon.
Tað var hugtakandi at síggja menningina og framstigini í teimum mongu verkætlanunum, sum eru í gongd kring oyggjarnar.
Vit lærdu nógv um felagsandan og støðufestið hjá fólkinum at fáa tingini framd.
Tað var eisini sera sjónligt, hvussu sterkur viljin er at samstarva og finna loysnir. Vit sóu fleiri dømi um fyritøkur, sum arbeiddu saman fyri at finna góðar loysnir. Eg haldi, at hetta eisini eyðkennir Hetland, og tað er nakað, sum kann gerast ein styrki hjá báðum okkara í framtíðini.
Calum er sannførdur um, at vit hava møguleikar at samstarva og læra hvør av øðrum, tí vit eru nærmastu grannar. Men hann viðgongur, at í løtuni hevur hann ikki øll svarini, og tað kann taka nakað av tíð at finna røttu leiðina fram í einum komandi samstarvi millum bæði oyggjalondini í Norðuratlantshavi.
![]()
Calum Grains, kapteynur og ovasti fyri sera týdningarmiklu havnia í Lerwick vitjaði fyri fyrstu og ikki seinastu ferð í Føroyum
Oljumøguleikar millum Hetland og Føroyar
Undir vitjanini var havnastjórin eisini kunnaður um oljutilgongdina í Føroyum seinastu mongu árini. Tá vit spurdu hann, hvat Føroyar kunnu læra av áralongu royndunum hjá Hetlandi sum oljutjóð sigur hann, at Hetland hevur havt stórt gagn av olju- og gassektorinum í fleiri áratíggju. Fyrstu stóru verkætlaninar vórðu mentar í norðara partinum av Norðsjónum og eystan fyri Hetland, og hetta gjørdist grundarlagið undir stóra Sullom Voe-terminalinum og rørleiðingum beinleiðis til Hetlands.
Havnin í Lerwick er vorðin nógv útbygd, og veitingarvinnan hevur ment seg munandi og fingið virðismiklar royndir. At hava terminalin og sambondini við olju- og gassøkini staðsett í oyggjunum hevur havt sera stóran týdning bæði fyri arbeiðspláss og búskapin. Menningin hevur so eisini fest røtur í stóra økinum vestan fyri Hetland, sum í dag er ein hin mest týðandi olju- og gasslandsluturin í Bretlandi. Føroyingar og Føroyar kunnu uttan iva læra nógv av hesum drúgvu og virðismiklu royndunum leggja han aftrat.
Tá hetlendski havnastjórin fregnast um royndirnar at fáa gongd á aftur oljuleitingina við Føroyar eins og gera sær dælt av stórum orkuútbyggingum eystan fyri Føroyar er hann skjótur at greiða frá teimum góðu framtíðar møguleikunum fyri nýggjum olju- og gassvirksemi vestan fyri Hetland, har fleiri stórar nýggjar verkætlanir kunnu gerast veruleiki. Hesar eru m.a. Rosebank, Cambo og Clair. At rørleiðingar longu eru lagdar sum partur av verandi undirstøðukervinum, gevur vón um, at tað verður lættari at byggja víðari á hetta og fremja komandi verkætlanir eisini í økinum nær við Føroyar. Verandi undirstøðukervið vestan fyri Hetland, sum nú verður útbygt eystan fyri Føroyar, kann koma at gagna oljuvirksemi við Føroyar eisini er hann vísur í.
Tá vit spyrja til tænasturveitingar til útbyggingar vísir Calum á, at tænastur til slíkar verkætlanir kunnu vera fjølbroyttar og krevjandi at samskipa, tí veitarar og samstarvsfelagar ofta eru staðsettir á ávísum økjum, sum hava ávirkan á, hvar virksemið verður lagt.
Havnin í Lerwick hevur ein týðandi leiklut, tá tað ræður um at veita tænastur til mongu nýggju útbyggingarnar á Atlantsmótinum, økið millum Føroyar og Hetland. Nýggja oljufelagið Adura, sum eigur stóru Rosebank kelduna, hevur m.a. valt at brúka Lerwick sum útgerðarhavn til fyrstu útbyggingarnar á Rosebank, einans 15 kilometrar frá føroyska markinum.
– Eg vóni, at vitjan okkara í Føroyum ikki verður tann einasta, men hin fyrsta av mongum. Eg gleði meg til, at vit kunnu byggja víðari á tey sambond, sum eru knýtt, og styrkja samstarvið komandi árini sigur Calum Grains við orkan.fo.
Eftir vitjanina spurdu vit eisini Johan Mortensen, stjóra í ráðgevarafyritøkuni Baldur, sum stóð fyri fyrireikingunum av vitjanini, hvussu hon kom í lag. Hann sigur, at hetta er bara partur av tí stóra íblástri hann saman við so nógvum øðrum føroyingum hevur fingið frá vitjanum í eitt nú Hetlandi. Johan Mortensen, sum man vera ein av undangongumonnunum fyri størri samstarvi millum skotsku oyggjasamfeløgini og Føroyar, ivast ikki í, at vitjanir sum henda úr Hetlandi kunnu vera við til at byggja brýr, og tí fegnast hann um, at ein fyritøka sum Articon tekur stig til slíka vitjan, sum kann koma at ganga fleiri føroyskum fyritøkum, tá avtornar og ikki minst gagna samstarvinum millum hesar oyggjarbólkarnar. Tað veri seg á fleiri økjum og her eisini á orkuøkinum.
![]()
Johan Mortensen, stjóri í ráðgevarafyritøkuni “Baldur”, sum legði vitjanina úr Hetlandi til rættis fyri Articon. Her á vitjan í Hetlandi saman við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni og Kate Sanderson sendikvinnu. Her hitta tey Føroyavinin John Goodlad
![]()
Undir vitjanini hevði havnastjórin í Lerwick, Calum Grains eisini høvi at frætta um oljuleiting við Føroyar og oljusøguna annars. Her saman við øðrum høvundanum av bókini, “Oljan”, Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald