Innanlands

Stevna móti spennandi oljuframtíð á Atlantsmótinum

Landsstýrismaðurin í vinnumálum kennir seg betri ílætnan til eina føroyska oljuframtíð eftir vitjan í Aberdeen.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum vitjar nýggju havnina í Aberdeen. Mynd Óluva Eidesgaard, Jarðfeingi.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum vitjar nýggju havnina í Aberdeen. Mynd Óluva Eidesgaard, Jarðfeingi.

2026-09-17 20:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Jan Müller, Aberdeen

-Hesir túrarnir hava verið sera gevandi, tí eg havi ikki fingist við hetta økið fyrr. Vitjanin í Norra herfyri var sera áhugaverd, og hesin túrurin til Aberdeen er ikki minni áhugaverdur.

Sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum og sum eisini hevur ábyrgdina av eini føroyskari oljuframtíð. Hann fegnast um tveir sera kunnandi dagar í skotska oljuhøvuðsstaðnum Aberdeen saman við umboðum frá Jarðfeingi eins og um vitjan í Norra fyri stuttum. 

-Vit vóru sera væl móttikin av vinnuni her og høvdu høvi til at hitta stjórarnar í øllum oljufeløgunum, sum í dag eru virkin á Atlantsmótinum tvs. vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar - eitt øki, sum feløgini siga í framtíðini verður eitt av teimum stóru oljuøkjunum í Bretlandi sigur landsstýrismaðurin og leggur aftrat:

-Tað er sera gott fyri okkum í Føroyum at kunna tosa við tey feløgini, sum arbeiða og fara at arbeiða eystan fyri Føroyar og sum hava gjørt fleiri stór olju- og gassfund, har nøkur liggja heilt tætt upp at okkara marki. Og eg kann eisini staðfesta eftir samrøðurnar í Aberdeen hesar seinastu dagarnar, at tað var ikki púra frítt, at tey vístu áhuga fyri føroyska økinum eisini, sum jú er partur av eina og sama oljulandsluti, sum vit nevna Atlantsmótið. 

Landsstýrismaðurin leggur aftrat, at hetta hevur eisini verið ein rættiliga vælskipaður túrur, og tað skal eisini FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur hava tøkk fyri. FOÍB er limur í stóra meginfelagnum hjá bretskari orkuvinnu, OEUK, Offshore Energies UK, sum var vertur undir vitjanini.

[object Object]

Gott innlit stóran týdning

 -T at hava verið saman við framstandandi fólki innan olju- og gassvinnuna, hvat hevur tað givið tær persónliga, sum tann, ið hevur ábyrgdina av olju- og gassvinnuni í Føroyum?

-Tað hevur í øllum førum sannført meg um, at tað er sera týdningarmikið hjá einum politikara at hava gott innlit í tað hann skal taka støðu til og handla út frá. Tað virkar sum at oljuvinnan hevur livað í eini stórari óvissu rættiliga leingi. Vinnan hevur sera góðar grundgevingar fyri tí hon ger og vil fremja í framtíðini. Bretland brúkar nógva olju, og hóast man spílar seg út fyri at fáa eitt grønt orkuskifti, so kemur man ikki uttan um tann veruleika, at man í nógv ár fer at hava tørv á at brúka olju og gass. Tí er tað púra logiskt, at man troytir sína egnu olju, sum eisini skapar arbeiðspláss og virksemi í Bretlandi í m.a. økinum her norðuri ístaðin fyri at innflyta oljuna úr Miðeystri ella aðrastaðni.

Vestergaard vísir samtíðis á, at tað er væl tann sama støðan, sum vit í Føroyum eru í.

[object Object]Stjórin í OEUK, Offshore Energies UK, David Whithouse bjóðar Jacob Vestergaard og føroyska ferðalagnum vælkomnum. Mynd Jan Müller

Oljan partur av framtíðini

-Heimurin og her ikki minst Evropa hevur brúk fyri olju nógv ár fram í tíðina, so sjálvt um man spílar seg út til at fáa skiftið til varandi orku, so er sera týdningarmikið, at man tekur ta olju upp sum er, soleiðis at man nøktar orkutørvin í Evropa, og soleiðis at tað ikki kemur panikkur í og ikki hevur nokk av orku til dagligdagin og vælferðarsamfelagið.

-Tað er tí týdningarmikið, sigur landsstýrismaðurin víðari, -at man brúkar ta rávøru man hevur og her eisini oljuna, tí olja skal til, antin man vil tað ella ikki. Og sjálvandi er tað eisini best, um hon verður tikin upp í hesum partinum av heiminum, sum ger tað mest vinsama bæði fyri umhvørvi og arbeiðsfólk. 

Jacob Vestergaard leggur aftrat, at hetta er so eisini tann stóra grundgevingin hjá teimum fólkunum hann hevurhitt í Aberdeen, nevniliga  at fremja hetta hjá teimum sjálvum, nú tey kunnu gera tað við minst útláti, tá oljan verður tikin upp og troytt. Og bretar hava brúk fyri allari oljuni í Norðsjónum.

[object Object]Teir fýra oljustjórarnir, sum standa fyri olju- og gassframleiðsluni á Atlantsmótinum saman við landsstýrismanninum í vinnumálum á móttøku í Aberdeen. Mynd Jan Müller

[object Object]

[object Object] Landsstýrismaðurin kunnar oljustjórar í Aberdeen um møguleikarnar í Føroyum. Mynd Jan Müller

Vónar at kunna lata hurðar á glopp 

-Tá tú nú kemur heimaftur, hvat fer tú tá at brúka henda túrin til?

-Sjálvandi er tað Jarðfeingi, sum stendur fyri hesum. Sjálvt um ein landsstýrismaður tekniskt ikki kennir so væl til alt, sum gongur fyri seg, so er tað oftani gott at vera við, so man politiskt kann vísa, at man heldur hetta er tann rætta leiðin at fara.

Sjálvandi vóni eg, at vit við hesum ferðum hava verið við til at lata onkra hurð uppá glopp, soleiðis at oljufeløgini kunnu venda sær henda vegin, og at fólkini á Jarðfeingi, sum fáast við hetta dagliga og eisini onnur eitt nú  FOÍB kunnu halda sambond við líka og menna tey og vónandi kunnu vera við til at fáa oljufeløg at koma inn aftur í føroyska økið at royndarbora aftur.

Landsstýrismaðurin var sera fegin  um møguleikan at hitta stjórarnar í teimum stóru oljufeløgunum, sum arbeiða í okkara nærumhvørvi. Her hevði meginfelagið hjá vinnuni OEUK syrgt fyri at hava nevndarfund um somu tíð sum landsstýrismaðurin og Jarðfeingi vitjaðu.

[object Object]Jacob Vestergaard á vitjan á 3t venjingarmiðstøðini í Aberdeen. Mynd Jan Müller

Tað gav so eisini møguleikan hjá teimum at umrøða føroyska oljuleiting eins og samstarv við Bretland á fleiri økjum so sum innan veitaravinnuna og fingu føroysku umboðini eisini alt tað nýggjasta at frætta um gongdina eystan fyri markið og møguleikar har. Eitt nú um stóru møguleikarnar at gera fleiri fund í økinum og harvið gera júst økið millum Føroyar og Hetland til tað mest týðandi á bretska landgrunninum í framtíðini. Hetta um somu tíð sum bíðað verður eftir eini avgerð um oljukelduna Rosebank við markið.

[object Object]Landsstýrismaðurin i vinnumálum varð eisini kunnaður um grøna orkuskiftið í Aberdeen. Mynd Jan Müller 

Okkara veitaravinna væl fyri 

Undir vitjanini í Aberdeen hevði landsstýrismaðurin eisini høvi til at síggja og uppliva veitaravinnuna, sum veitir vørur og tænastur til oljuvinuna, eitt nú havnina í Aberdeen og eina av teimum størstu venjingar- og trygdarstøðunum í Bretlandi fyri fólk, sum skulu arbeiða í oljuvinnuni.

[object Object]Stjórin í Adura, sum eigur oljuleiðina Rosebank við Føroyar, her klárur til eina Føroyavitjan. Mynd Jan Müller

Landsstýrismaðurin var sera hugtikin av, hvussu væl skotar hava megnað henda so týðandi partin av vinnuni eisini, men heldur eisini fyri, at vit í Føroyum eru eisini komin langt á hesum økjum við eitt nú nútímans havnum og í fleiri førum kanska betri havnaviðurskiftum. So tað, sum hevur við shipping og offshore liggur rættiliga væl fyri í Føroyum.

Venjingarfasilitetir brúkar man hjá hvørjum øðrum. Men sjálvandi, tá ein oljuvinna tekur seg upp í Føroyum, tá ber alt til hjá okkum eisini at hava  teir fasilitetir, sum eru neyðugir til at servisera vinnuna. Hetta kann og skal eisini gerast í tættari samvinnu við okkara næstu grannar, sum hava drúgvar royndir.

[object Object]Jacob Vestergaard, landsstýrismaður her í havnini í Aberdeen saman við stjóranum  í FOIB, Jan Müller. Mynd Óluva Eidesgaard, Jarðfeingi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder