Gassprísurin hevur í eina tíð verið tann hægsti nakrantíð, og nú týskir myndugleikar í farnu viku gjørdu av at útseta góðkenning av nýggju russisku gassleiðingini, Nord Stream 2, fór gassprísurin til himmals. Evropeisku gassprísirnir eru hækkaðir við 30% seinastu tíðina.
Týski eftirlitsmyndugleikin krevur av russisku eigarunum av Nord Stream 2, at teir flyta ressursir og starvsfólk frá høvuðsskrivstovuni í Sveits til døtturfelagið í Týskalandi. Hetta hevur við sær, at ein góðkenning av gassflutninginum úr Russlandi til Evropa í fyrsta lagið kemur uppá pláss í apríl næsta ár, metir Rystad Energy. Greinarafyritøkan útilokar ikki, at tað fer at taka enn longri tíð, kanska upp til níggju mánaðir, áðrenn russiska gassið fer at streyma gjøgnum gassleiðingina til Evropa.
-Um so er at útflutningurin av gassi úr Russlandi ikki økist, og kalda veðrið heldur sær og versnar, sum ger, at vit kunnu fáa ein sera gasskrevjandi vetur, kunnu vit ikki síggja burtur úr nýggjum prísvøkstri í framtíðini sigur ein greinari hjá Rystad.
Tað er greitt, at samtíðis, sum brúkararnir í Evropa mugu gjalda hægri prís fyri gassið, so kemur hetta sera væl við hjá teimum, sum framleiða gass, og her er serstakliga talan um Norra, ið seinastu mánaðirnar hevur forvunnið ovurstórar upphæddir uppá søluna av gassi til restina av Evropa. Og tað sær eftir øllum at døma út til, at henda gongdin bara fer at halda fram og vaksa.
Tøl frá SSB víssa, at gassútflutningurin hjá Norra varð methøgur við 72 mia. kr. í oktober. Tað er meira enn ein fimmfaldan frá oktober í fjør og ein vøkstur uppá 24 mia. frá september, sum eisini var ein metmánaði.
Tað er ikki minst norska Equinor, sum hálar inntøkur inn við síni stóru gassframleiðslu og sølu. Herfyri kunngjørdi felagið, at tað fór at leggja lok á oljuframleiðslur í eina tíð fyri at raðfesta gassframleiðsluna, sum er vorðin so nógv eftirspurd.
Equinor framleiðir í dag gass, sum svarar til nýtsluna hjá 50 mió. húsarhaldum í Evropa. Felagið hevur gjørt av at økja um framleiðsluna og útflutningin av gassi frá m.a. Oseberg og Trollfeltunum, sum ongantíð áður hava framleitt so nógv.
Tað sigur ikki so lítið, at bara uppá ein dag forvannn norski staturin 40 mia. kr. uppá søluna av gassi.
At útseta Nord Stream 2 hevur við sær eina orkukreppu í Evropa, har mong heim hava gassfýr og er hetta í økjum, har tað nú verður kaldari og kaldari. Orsøkirnar til at gassnøgdirnar eru lágar, eru fleiri og ymiskar. Ein kaldur vetur í fjør, minni vindur enn vanligt og avmarkað atgongd til flótandi nátúrgass (LNG).
Russiski forsetin Vladimir Putin er vorðin ákærdur fyri at halda aftur við øðrum gassflutningi úr Russlandi til Evropa fyri at leggja trýst á myndugleikarnar í Týskalandi at góðkenna Nord Stream 2. Og at upplatingin av honum nú sær út til at verða nógv seinni enn ætlað, fær gassprísirnar at hækka enn meira halda tey hjá Rystad Energy.
-Vit kunnu rokna við uppaftur hægri gassprísum nú veturin av álvara nærkast. Ætlanin við Nord Stream 2 leiðingini var at fáa gass beinleiðis úr Russlandi til Týskalands og onnur lond í Evropa og uttan um eitt nú Turkaland og onnur gassframleiðandi lond, sum javnan verða rakt av framleiðslusteðgi oø.
Røddir eru annars frammi um, at tess meira Evropa verður bundið at russiskum gassi, og her serstakliga, tá Nord Stream 2 verður tikin í nýtslu, tess størri vandi er fyri veitingartrygdini, nú gitt verður, at Russland fer at misbrúka sína støðu sum stórframleiðari av gassi og harvið kann leggja politiskt trýst á Evropa so ella so.
Sum tað sær út í løtuni, so verður Evropa og tvs. ES meira og meira bundið at russiska gassinum, og tað fer uttan iva at hava við sær uppaftur hægri gassprísir.
1. desember verður ráðstevna í Keypmannahavn, har felagið hjá donsku oljuvinnuni, Oil and Gas Denmark, fer at varpa ljós á nettup vaksandi orkukreppuna í Evropa.
Keldur: E24, DN, World Oil, Oil and Gas Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald