Altjóða orkustovnurin, IEA, metir nú, at eftirspurningurin eftir olju fer at vaksa í hesum ári til 96,69 mió. tunnur um dagin. Tað merkir, at vøksturin í mun til í fjør verður 5,7 mió. tunnur størri um dagin. Hetta eru 230.000 tunnur fleiri enn við seinastu metingina. Hetta merkir, at heimurin er við at vinna innaftur tveir triðingar av missinum í eftirspurninginum frá í fjør, skrivar Bloomberg News.
Frágreiðingin hjá IEA kemur júst eitt ár eftir “black april” frágreiðingina fyri einum ári síðani, sum var mett at vera ein tann daprasta fyri altjóða oljumarknaðin.
Orsøkirnar til nýggju meira jaligu metingarnar eru fleiri, eitt nú at oljugoymslurnar eru minni, koppsetingin móti korona hevur tikið ferð á seg og altjóða búskapurin er betri fyri. Búskapirnir í Kina og USA eru eisini við at koma fyri seg aftur, og tað ávirkar eisini metingarnar av eftirspurninginum eftir olju, nú virksemið veksur aftur.
Hóast hetta so ávarar IEA eisini um, at tað kann skjótt fara at ganga hinvegin aftur, nú korona framvegis ger um seg í stórum pørtum av heiminum, eitt nú í Evropa, India og Brasil.
Annars er meira olja ávegis á marknaðin frá Iran, sum av álvara er farið undir aftur framleiðsluna, hóast sanktiónir úr USA. Opec+ londini hava eisini boðað frá einum vøkstri í framleiðsluni uppá 2 mió. tunnum frá mai til juli í ár skrivar Bloomberg News.
Oljuprísurin er í løtuni umleið 65 dollarar fyri tunnuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald