Uttanlands

Illgruni um atsókn móti týskari gassrørleiðing

 Týskir myndugleikar kanna illgruna um sabotasju móti gassrørleiðing, sum verður løgd í Norður-Týskalandi

2024-01-06 17:06 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað eru funnin fleiri smá hol í trimum støðum á eini 55 kilometrar langari gassrørleiðing, sum skal flyta flótandi gass frá einum gassterminali í havnabýnum Brunsbüttel nærhendis Hamburg.

[object Object]

Hetta veit týska sjónvarpsrásin NDR at siga frá sambært E24. Leiðingin skuldi vera klár til at taka í nýtslu í fjør men nú verður hon ikki klár fyrr enn í februar vegna skaðarnar. Óvist er hvør stendur aftanfyri herverkið.

Gassleiðingin hevur stóran týdning fyri Týskland, nú landið hevur verið russiskt gass fyrituttan eftir russisku innrásina í Ukraina. LNG gassið fer serliga at hava týdning fyri økini har suðuri í Týskalandi eins og í grannalandinum Tjekkia. 



Keldur: E24 og NDR 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder