Innanlands

Illveðrið orsøk til streymslit í meginøkinum leygardagin

Illveðrið var um hálvgun 12 tíðina leygardagin orsøk til linjubrek á háspenninginum, og streymurin fór um alt meginøkið sigur SEV

2024-04-07 14:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað leikaði hart á á middegi leygardagin við nógvum og ógvusligum vindi nærum kring alt landið. Og hetta var orsøk til fleiri streymslit hjá SEV. Men So skjótt brekið var funnið, varð farið undir at kopla um og inn aftur øki fyri øki. 

Nakað eftir kl. 13 leygardagin var streymurin aftur allastaðni uttan í Vágum, har annað linjubrek var eisini. Hálvan tíma seinni høvdu vágafólk fingið streymin aftur.

Keldan: SEV

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder