Uttanlands

India steðgar øllum útláti í 2070

Tað er væl seinni enn flest onnur lond í heiminum

2021-11-02 23:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Millum mongu tíðindini frá COP26 í Glasgow er avgerðin hjá indisku stjórnini at steðga  øllum útláti av vakstrarhúsgassum í 2070.

Tað kom rættiliga óvart á bæði stigtakarar og luttakarar, at India ikki fer at fylgja øðrum londum um at vera klimaneutralt í 2050. Annars hava bæði Kina og Russland boðað frá, at teirra boð uppá at steðga øllum útláti er í 2060. 

Indiski forsetin Narendra Modi segði á COP26 ráðstevnuni, at tað má fyrst og fremst vera uppgávan hjá teimum ríkaru londunum at ganga undan við at minka um og steðga útlátið. 

Hóast útmeldingina frá India, so hevur landið kortini  gjørt greitt, at tað í 2030 fer at framleiða helvt av allari orku frá varandi orkukeldum. Hetta verður sera væl móttikið á veðurlagsráðstevnuni.  Í dag er India annars bundið at kolafýrdum orkuverkum til  at framleiða streym til tess mongu íbúgvar. Landið er triðstørsti útlátari av vakstrarhúsgassum í heiminum eftir Kina og USA. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder