2022-10-29 10:37
Nù um dagarnar varð kunngjørt, at Ithaca Energy, sum fyrr í ár keypti upp fleiri olju- og gassognir á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar, fer á keypsskálan í London og verður harvið eitt av teimum størstu orkufeløgunum í Norðsjónum og vestan fyri Hetland.
Tíðliga næsta ár vita vit, um tvær risastórar olju- og gasskeldur skamt frá føroyska markinum, Cambo og Rosebank, verða útbygdar til framleiðslu. Nógv bendir á, at fyristøðufeløgini Equinor og Ithaca Energy fara at geva grønt ljós til útbyggingarnar, sum kunnu fáa stóran týdning fyri leiting á føroyska landgrunninum eisini.
Við at taka slíkt stig verður felagið betri ført fyri at kunna fara undir fleiri útbyggingar av olju- og gassleiðum. Bretska stjórnin hevur strongt á at fáa orkufeløg at fara undir úbyggingar, soleiðis at Bretland í 2040 kann framleiða alla ta orku tað brúkar.
Ithaca Energy, sum er dótturfelag hjá ísraelska Delek Energy, hevur sett sær fyri at fylgja hesum ráðunum og skunda undir útbyggingar av fleiri av sínum olju- og gassleiðum her serstakliga vestan fyri Hetland. Avgerðin at fara á keypsskálan er eitt týðandi stig á leiðini at gera Ithaca eitt av teimum leiðandi orkufeløgunum á bretska landgrunninum.
Ein tann mest týðandi keldan hjá felagnum er Cambo, sum liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum. Við í keypinum av ognunum hjá Siccar Point var eisini ognarluturin í eini aðrari stórari keldu, nevniliga Rosebank, har norska Equinor er fyristøðufelag. Endaligar avgerðir um at byggja út til framleiðslu Cambo og Rosebank verða tiknar í fyrru helvt av 2023.
Fara Equinor og Ithaca Energy at geva grønt ljós til hesar útbyggingar, so kann tað fáa týdning fyri eina føroyska olju- og gassframtíð eisini. Bæði tá hugsað verður um leiting føroysku megin markið eins og møguleikar hjá eini føroyskari veitingarvinnu at vera við til at veita vørur og tænastur til tvær útbyggingar, sum liggja so nær við markið.
Við høgu orkuprísunum og tørvinum á orku sum heild ber til at ímynda sær, at orkufeløg eisini fara at hyggja eftir føroyska økinum aftur. Um góðar tveir mánaðir vita vit eisini, hvørji nýggj leitiøki nær við føroyska markið orkufelag hava ynskt at fáa í 33. bretsku útbjóðingini.
Um somu tíð sum ljós verður varpað á útbyggingar av olju- og gassleiðum á bretska landgrunninum, frættist, at norska orkufelagið Equinor hevur í umbúnað at keypa ognirnar hjá kinverska orkufelagnum CNOOC í Norðsjónum fyri 20 mia. kr.
Øll hesi tíðindini bera boð um, at stór orkufeløg aftur eru farin at trúgva uppá eina framtíð í Norðsjónum og økinum millum Hetland og Føroyar, eftir at gongdin hevur staðið í stað nú í nøkur ár. Tað eru ikki so mong ár síðani, at fleiri av teimum stóru amerikonsku orkufeløgunum so sum Chevron, ExxonMobil og onnur góvust við virkseminum í Norðsjónum fyri heldur at gera sína íløgur í USA og aðrastaðni í heiminum.
Táverandi fíggjarmálaráðharrin Richie Sunak her á fundi við umboð fyri oljuvinnuna í Bretlandi um tað mundið hann álegði vinnuni ein eyka skatt.
Nú bendir so nógv á, at Norðsjógvurin og her eisini økið eystan fyri Føroyar aftur eru vorðin áhugaverd bæði sum ein avleiðing av høgu orkuprísunum og í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina, sum hevur skapt ein ovurstóran tørv eftirspurning eftir m.a. olju og gassi.
Nú Bretland hevur fingið nýggja stjórn er stóri spurningurin, um nýggi forsætisráðharrin Sunak fer at fylgja somu kós sum undanfarnu forsætisráðharrarnir, Boris Johnson og Liz Truss, sum bæði ynsktu at menna olju- og gassvirksemið í Norðsjónum.
Enn ein týðandi spurningur í løtuni er lagnan hjá eyka skattinum á olju- og gassfeløg, nevndur Windfall Tax, har tað varð nettup Rishie Sunak sum fíggjarmálaráðharri, ið tók stig til henda skattin uppá 25%. Nú ljóðar - eftir at stóru oljufeløgini hava havt methøgan vinning í tríðja ársfjórðingi - at eyka skatturin eisini eigur at fevna um feløg, ið framleiða elorku við vindmyllum og sólútbúnaði eins og hann møguliga verður hækkaður enn meira. Hetta hevur stjórnin enn ikki tikið endaliga støðu til.
Mótstøðufólk mótmæla her ætlaðu útbyggingini av Rosebank leiðini nærhendis føroyska markið.
Eisini hevur verið tosað um at seta í verk somu skattaskipan í Bretlandi sum í Norra, har oljufeløg rinda 78% í skatti. Í løtuni er skatturin í Bretlandi 65%, so talan vil tá vera um at hækka eykaskattin við 13% aftrat fyri at røkka norska markinum. Tað er tó sera ivasamt, um myndugleikarnir fara so langt, tí tað kann vera við til at ræða oljufeløgini til at halda aftur við íløgum, í eini tíð, har tað er so umráðandi at økja um virksemi á bretska landgrunninum.
Eftir standa so Cambo og Rosebank, sum skulu standa sína roynd. Úrslitið av tí kenna vit um nakrar mánaðir.
Lagnan hjá bretsku olju- og gassvinnuni liggur nú í hondunum á Richie Sunak, forsætisráðharra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald