Herfyri heitti leiðslan í ES á fleiri lond um at selja felagsskapinum gass, nú mangt bendir á, at vanligu veitingarnar úr Russlandi kunnu koma í vanda. Russland letur 45% av øllum gassi, sum ES lond brúka.
Nú hava so lond í fjarðeysturi eitt nú Japan sent fyrstu lastirnar av LNG gassi til Evropa. Her er talan um gass, sum Japan hevur keypt úr LNG framleiðandi londum eitt nú í Miðeysturi.
Japan metir seg at hava nóg mikið av gassi til at lata ES burturav. Fleiri skip, sum vóru ávegis til Japan við flótandi gassi, hava broytt kós móti Fraklandi, sum harvið kann tryggja fronsku goymslurnar skrivar Reuters.
Japanska stjórnin kannar í løtuni, um yvirskot er av gassi í Japan, sum síðani kann flytast til Evropa. Orsøkin til støðutakanina hjá Japan er eisini at skilja sum ein tøkk til Evropa og USA fyri hjálp, tá ástóð við orkuveitingini í Japan fyri 11 árum síðani, tá ein flóðalda rakti eitt kjarnorkuverk og lutvíst legði orkuveitingina lamna.
Nú Evropa kann koma í trupulleikar við veitingartrygdini orsakað av kreppuni í Ukraina, vil Japan vísa samhuga. Tað hevur ljóðað, at Russland longu hevur minkað um gassveitingarnar til Evropa fyri at vísa, at tað er ónøgt við støðuna hjá ES til eitt nú nýggju gassleiðingina Nord Stream 2, sum enn ikki hevur fingið neyðugu góðkenningina úr Týskalandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald