Sjóneykan varð sett á at gera tað ósjónliga sjónligt. Av øllum feskvatni á jørðini vísir tað seg, at 99% av hesum eru at finna sum grundvatn kring knøttin. Sostatt kann grundvatnið nærmast samanberast við ein goymdan skatt skrivar Jarðfeingi á heimasíðuni.

  

Snúvningspunktið á ráðstevnuni var menningarmál nummar 6, málið, sum snýr seg um at tryggja burðardygga atgongd til vatn og reinføri fyri øll. Hetta er eitt av teimum 17 menningarmálunum, ið vórðu sett í 2015, og sum eru galdandi fyri tíðarskeiðið 2016 – 2030, har alheims lond samdust um at seta eina greiða kós móti burðardyggari menning, til gagns fyri bæði menniskju og náttúru.

Fyri at fara rætt fram og ikki ovnýta ta feskvatnskeldu, ið grundvatnið er, er umráðandi at fáa til vega vitan og skapa tilvitsku um grundvatnið, soleiðis at hetta verður umsitið á rættan hátt.

Høvuðsevnini á fundinum vóru m. a. innsavnan av dátum og upplýsing, menning av førleikum og nýmenning, fíggjarpolitikkur og stjórnan.

Nógv áhugavert kom fram hesar báðar dagarnar, toppfundurin vardi skrivar Jarðfeingi á síni heimasíðu. 

Flest øll tóktust vera samd um, at tað mangla heildarætlanir fyri grundvatn yvirhøvur. Í nógvum londum er grundvatn einasta feskvatnskelda,  bæði til drekkivatn og til landbúnaðin, og við hækkandi fólkatali hækkar nýtslan av feskvatni eisini. Hetta ger, at tað tíverri eru fleiri dømi um ovnýtslu av grundvatnskeldum.

  

Í Føroyum brúka vit fyri tað allarmesta yvirflatuvatn sum drekkivatn, men vitanin um grundvatn, sum ofta er ein reinari drekkivatnskelda, økist í hvørjum, orsakað av mongum jarðhitaboringum kring oyggjarnar.

Skulu vit í Føroyum hugsa meira um at brúka grundvatnið sum feskvatnkeldu, er umráðandi, at rætt verður farið fram frá byrjan, t.d. við innsavnan av dátum frá jarðhitaboringunum. Eitt uppskot um grundvatnslóg er skrivað, og fer væntandi til hoyringar fyrst í komandi ári.

 

Kelda: jf.fo