Jarðfeingi hevur seinastu árini kannað hitan á vatninum í nógvum jarðhitaboringum kring landið. Hesar kanningar hava m.a. víst, at undirgrundin á Glyvrum er heitari enn flest aðrastaðni í Føroyum. Jarðhitavøksturin er á Glyrvum umleið 6oC fyri hvørjar 100 metrar niður í undirgrundina. Vanligi jarðhitavøksturin í Føroyum er umleið 3oC/100 m. Tí hildu tey á Jarðfeingi, at tað kundi verið áhugavert at kannað hetta økið nærri.
Í fíggjarlógini fyri 2022 vórðu 1,8 mió. kr. játtaðar til at útvega nýggja vitan um orkumøguleikar úr undirgrundini. Jarðfeingi setti seg í samband við Runavíkar kommunu fyri at spyrja, um kommunan hevði áhuga í at vera við til at kanna nevnda økið á Glyvrum. Endamálið er at finna út av, hvussu nógv, og á hvønn hátt, orkan kann útvinnast úr undirgrundini til upphiting, at hita skúlan og aðrar kommunalar bygningar har nærhendis. Hetta játtaði kommunan, og søkt var tí um stuðul frá nevndu játtan, til at finna orsøkina til tann óvanliga jarðhitavøksturin í økinum.
Kanningin fevnir m.a. um í alt tríggjar boringar, tvær á 400 metur og eina á 100 metur, hendan seinna soleiðis at fylgjast kann við grundvatnsstøðuni í økinum.
Mánadagin setti fyritøkan BORA hol á kanningarnar, tá byrjað var upp á ta fyrru 400 metur djúpu boringina.
Tá liðugt er at bora seinni í vikuni, fer Jarðfeingi millum annað at senda eitt myndatól niður í holið at avmynda jarðfrøðina, soleiðis at hendan kann kortleggjast, umframt at kanningar eisini vera gjørdar av møguligum vatnrákið í holinum.
Jarðfeingi stendur fyri verkætlanini, sum er kostnaðarmett til umleið 1,25 mió. kr. Helvtin av verkætlanini verður fíggja av teimum 1,8 mió. kr., ið vórðu játtaðar av orkustuðulsjáttanini. Hina helvtina fíggja Jarðfeingi og Runavíkar kommuna.
Kelda: jf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald