Uttanlands

Jarðfeingi varpar ljós á Føroyar á orkutiltaki í Aberdeen

Fyri eini stórari mannfjøld við 350 luttakarum á ársfundinum hjá bretska orkumeginfelagnum kunnaði Barbara Thorsteinsson frá Jarðfeingi herfyri um møguleikarnar fyri oljuleiting við Føroyar

Barbara Thorseinsson frá Jarðfeingi á stóra pallinum á ársfundinum hjá meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni í Aberdeen herfyri, har hon greiddi 350 orkufólkum frá úrslitunum av nýggjastu kanningunum av føroysku undirgrundini. Mynd Jan Müller

Barbara Thorseinsson frá Jarðfeingi á stóra pallinum á ársfundinum hjá meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni í Aberdeen herfyri, har hon greiddi 350 orkufólkum frá úrslitunum av nýggjastu kanningunum av føroysku undirgrundini. Mynd Jan Müller

2025-07-07 17:26 Author image
Jan Müller
placeholder

Orkuframtíðin í Norðsjónum var á skránni, tá meginfelagið hjá bretsku orkuvinnuni, “Offshore Energies UK” helt ársfund í Aberdeen nú um dagarnar. Tiltakið er eitt av teimum heilt stóru, tá tað um framtíðar orkuvinnu ræður, og í hesum sambandi høvdu fyrireikararnir bjóðað umboði fyri Jarðfeingi at hava framløgu um framtíðar leitimøguleikar á føroyska landgrunninum.

[object Object]

Barbara Thorsteinsson, jarðfrøðingur, sum hesi seinastu árini saman við øðrum starvsfeløgum hevur marknaðarført føroyska olju- og gassleiting, legði fram nýggjastu jaligu úrslitini frá seinastu kanningunum av undirgrundini við markið.

[object Object]

Undir heitinum: “Faroe Islands – Still Underexplored – But Full of Possibilites” greiddi Barbara frá mongu nýggju møguleikunum at finna olju og gass í føroysku undirgrundini serstakliga tætt við markið til Bretlands. Við spennandi og sigandi kortum um eitt møguligt framhald av olju- og gassfundum í bretska grannalagnum vakti føroyski jarðfrøðingurin stóran ans millum tey hundraðtals umboðini fyri bretska orkuvinnu, sum høvdu leitað sær til Aberdeen henda ein tann mest týðandi dagin hjá orkuvinnuni.

[object Object]

[object Object]

Hon greiddi frá, hví tíðin er komin hjá orkufeløgum at varpa ljós á aftur føroysku undirgrundina, og hvat ger støðuna øðrvísi í dag. Hvat er nýtt og hví vit eru meira bjartskygd í dag. Og ikki minst, hvørji øki eru opin til leiting, og hvussu verður borið at til tess at fáa lut í loyvum.

Tað var fullkomin tøgn í stóru fundarhøllini, tá føroyski jarðfrøðingurin legði fram eitt nýtt kort fyri og annað eftir við spildurnýggjum upplýsingum um møguleikarnar fyri at leita eftir og finna kolvetni í føroyskum øki, skamt frá stóru olju- og gassleiðunum  bretsku megin markið.  

Hon vísti á ta nógvu vitan, sum teir níggju brunnarnir á landgrunninum eins og  aðrar kanningar, hava givið og síðani og ikki minst úrslitini av tulking av øllum tí nógva tilfarinum, sum nú vísa fleiri sokallað “leads” tvs. øki í  undirgrundini, har nógv bendir á, at olja og gass kunnu verða goymd. Hesi geva nýggja vón til føroyska økið.

[object Object]

Eisini varð greitt frá tryggu og óbroyttu kørmunum fyri leiting eins og lagaligu og støðugu skattaskipanini í sambandi við framleiðslu. Somuleiðis varð kunnað um lagaligu treytirnar fyri at kunna fara undir kanningar í sambandi við leiting, nakað, sum avgjørt kann gerast ein fyrimunur fyri feløg, ið kunnu hugsa sær at koma inn í føroyskt øki at gera sínar egnu kanningar.

-Latið okkum byrja samtaluna. Um nakað av tí, sum tit hava sæð og hoyrt í dag hevur skapt forvitni ella hugskot, tá eru vit tilreiðar at tosa við tykkum. Vit hava eina “Open Door” leitiskipan, har tit kunnu søkja um loyvi til eina og hvørja tíð. Vit á Jarðfeingi vilja stuðla tykkum við data, vitan og dialogi, segði føroyski jarðfrøðingurin.  

Barbara Thorsteinsson vísti at enda til orðini hjá nýggja føroyska vinnu- og uttanríkisráðharranum, Sirið Stenberg um, at Føroyar eru tilreiðar at veita vissu og trygd og politiskt støðufesti, sum er týðandi fyri ein og hvønn íleggjara.

Tá tikið varð samanum fyri allan orkudagin var eitt av skoðsmálunum og niðurstøðunum, at framløgan hjá føroyska luttakaranum hevði vakt serstakan ans og varð mælt til at fáa meiri vitan um Føroyar sum framtíðar leitiland hjá leiðaranum fyri føroysku marknaðarføringini, sum var til steðar.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jarðfeingi fer út um landoddarnar at marknaðarføra føroyska kolvetnisleiting. Tað gjørdu tey eisini fyrr í ár á orkuráðstevnuni BEOS í London. Men hetta er so fyrstu ferð, at Føroyar fingu ein so stóran og týðandi pall at kunna um kolvetnismøguleikar.

[object Object]

Eisini FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur luttók á tiltakinum í Aberdeen við kunnandi tilfari um føroyska veitaravinnu, eitt nú Atlantic Airways og Mest. Eisini faldara við samrøðu við nýggju landsstýriskvinnuna í vinnu- og uttanríkismálum, har hon serstakliga umrøður ábyrgdina hjá Føroyum viðvíkjandi orkutrygdini í Evropa. 

[object Object]FOÍB legði fram  faldarar frá Atlantic Airways og Mest á stóra ársfundinum umframt nýggjan faldara við landsstýriskvinnuni í vinnumálum á forsíðuni. 

Um tveir mánaðir verður altjóða orkuráðstevnan og messan “Offshore Europe” hildin í Aberdeen. Tá hava umboð fyri føroyska leiting eins og veiting, tvs. veitingarvinnuna, møguleika at vitja og kunna um alt tað, sum  oyggjalandið úti í Norðuratlantshavi hevur at bjóða altjóða vinnu.

[object Object]

Niels Christian Nolsøe, stjóri og Barbara Thorsteinsson, leiðari av marknaðardeildini á Jarðfeingi saman við Jan Müller, stjóra í FOÍB, her á ársfundinum hjá Offshore Energies UK. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder