Vatn – lívsins grundarsteinur – er millum heimsins mest virðismiklu tilfeingi. Umframt at vera brúkt sum drekkivatn er vatn ein stórspælari í heimshøpi í vinnum sum eitt nú landbúnaði. Her í Føroyum er feskvatn sera umráðandi í t.d. fiski- og alivinnuni. Harafturat kann vatn eisini brúkast sum orkukelda á ymsar hættir.

Grundvatn er ein av størstu spælarunum í fesktvatnsringrásini, men hóast vaksandi vitan um hetta tilfeingið, verður tað einans brúkt í sera avmarkaðari nøgd í Føroyum í dag. Talið av jarðhitaboringum hevur seinastu árini verið vaksandi – og við tí vitanin um grundvatnsgoymslur.

Endamálið við hesi verkætlan er at fáa eina betri heildarmynd av grundvatninum, soleiðis at menningarmøguleikar av hesum lítið kannaða møguleika kunnu kannast og brúkast á besta og burðardyggasta hátt. Endamálið er, umframt at fáa eina betri heildarmynd av grundvatnsgoymslunum, eisini at byggja ein alment atkomuligan online GIS-pall, ið skal vera grundarlagið fyri framtíðar kanningum, bæði tá tað kemur til at tryggja reint drekkivatn til borgarar og vinnu árið runt, men eisini tá tað kemur til at troyta teir orkumøguleikar, sum í dag enn eru ótroyttir.

Hetta verður gjørt við at byrja eina størri kortlegging av føroysku grundvatnsgoymslunum. Ætlanin er í hesum umfari at taka millum 40 og 60 prøvar av grundvatni kring oyggjarnar, býttir bæði geografiskt og stratigrafiskt, umframt at prøvar verða tiknir frá ymiskum grundvatngoymslum so sum jarðhitaholum, tunlum og keldum.

Harumframt er ætlanin eisini at velja eitt – møguliga tvey – øki til nærri kanningar í sambandi við, hvussu nógv eitt øki kann framleiða: eru nakar vandi fyri, at yvirflatuvatnið verður ávirkað, dálking, saltvatnsárin, ella kann umhvørvið møguliga ávirkast á annan hátt.

Verkætlanin fer av bakkastokki í summar og heldur fram til komandi summar. Verkætlanarleiðari er Óluva R. Eidesgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi.


Kelda: Jf.fo