Innanlands

Kelduvatn hitar Glyvra skúla

Mikudagin varð nýggj hitaskipan tikin í nýtslu. Nú verða Glyvra skúli og býráðssalurin hita við vatni úr heitari keldu

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Runavíkar kommuna)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Runavíkar kommuna)

2025-02-07 22:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Undirgrundin á Gluvrum er heitari enn flestu staðniu í landinum, og tí kundi Runavíkar kommuna mikudagin taka nýggja skipan í nýtslu.

Glyvra skúli og býráðssalurin verða nevniliga nú hita við vatni úr heitari keldu. Hitin liggur um áleið 23-24 hitastig.

Ein partur av verkætlanini er fíggjaður av landinum. Samlaði kostnaðurin gjørdist góðar tvær milliónir krónur.

Zacharias Leitisstein átti lægsta boðið, og aðrir veitarar hava verið PB Consult, Klima, Elcon og Voyt.

Í miðal, hesi seinastu sjey árini, hava bygningarnir, sum nú eru knýttir at nýggju hitaskipanini, brúkt áleið 45 túsund litrar av olju til upphiting, og árligi meðalkostnaðurin hevur ligið um eina fjórðingsmillión krónur.

Tað var í 2022 tá boringar vórðu gjørdar í økinum kring Glyvra skúla, at Jarðfeingi fekk eina ábending um, at heitt vatn fanst í økinum. Á leið har sum Glyvra Bio stóð í gomlum døgum raktu tey við eina keldu, ið varð máld til á leið 23 hitastig.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder