Uttanlands

Kjarnorka alsamt størri áhuga

Í sambandi við kjakið um veðurlagsbroytingar og royndirnar at minka um CO2 útlátið hevur kjarnorkan fingið størri og størri umrøðu.

2021-11-10 16:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Fleiri lond hyggja eftir møguleikanum at menna kjarnorkuna, sum í framtíðini kann avloysa eitt nú olju og gass, tá hesi eru við at ganga undan.  Í Týskalandi, har tey nøkur ár herfyri eftir kjarnorkuvanlukkuna í Japan gjørdu av at stongja fleiri kjarnorkuverk, verður nú aftur tosað um kjarnorkuna sum røttu leiðina til tess at steðga veðurlagsbroytingunum.

Í Fraklandi, har kjarnorkan stendur fyri  nærum 80% av samlaðu orkuframleiðsluni, arbeiðir stjórnin miðvíst við at menna kjarnorkuna enn meira. Sambært Úvarpinum í morgun hevur franski forsetin gjørt greitt, at Frakland fer at raðfesta kjarnorkuna komandi árini fyri at minka um CO2 útlátið. Landið fer so eisini um somu tíð at gera íløgur í varandi grønar orkukeldur.

Og hyggja vit so eftir, hvat hendir í føroyska orkukjakinum, so vísti fyrrverandi umhvørvis- og orkuráðharrin, Johan Dahl á í sendingini Breddin, at vit í Føroyum eiga eisini at taka kjarnorkuna við í kjakið um føroysku orkuframtíðina. Hann gjørdi greitt, at fleiri av tingfólkunum í Sambandsflokkinum hava avgjørt at fara til Danmarkar at fregnast um nýggjastu granskingina har við smærri kjarnorkureaktorum.

Eisini í Bretlandi verður nú aftur tosað um kjarnorkuna. Har hevur ein kjarnorkuútbygging leingi verið eitt stríðsmál millum politikarar og umhvørvisfólk.

Nú hevur so ídnaðarfyritøkan Rolls-Royce tryggjað sær fígging at menna kjarnorkuloysnir.  Talan er um menning av tí sonevnda “Rolls-Royce Small Modular Reactor (SMR)”, sum er næsta ættarlið av kjarnorkureaktorum.

Skipað er eitt samstarv millum Rolls-Royce Group, BNF Resources UK og Exelon Generation, sum skal gera eina íløgu uppá 2,25 mia. kr. í eina verkætlan komandi trý árini.

Henda ætlan er í tráð við politikkin hjá bretsku stjórnini og hevur Boris Johnson, forsætisráðharri raðfest hana sum part av framtíðar grønu ídnaðarkolveltingini.

Kjarnorkuverkætlanin fer sambært stjóranum í Rolls Royce at skapa túsundatals arbeiðspláss. Nú verður kannað, hvørjar fyritøkur í Bretlandi kunnu vera við til at gera partar av kjarnorkuframtíðini. Roll Royce, sum hevur verið við til at menna kjarnorkureaktorar síðani í 50-unum, sær nógvar møguleikar í menningini av kjarnorkuni, sum kunnu vera berandi í grøna orkuskiftinum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder