Innanlands

Kraftkvinnur - Nýtt netverk í umbúnað fyri kvinnur í el- og orkuvinnuni

Fyrstu stigini eru tikin til formliga at stovna eitt netverk fyri kvinnur, ið virka í orkugeiranum.

2025-03-07 19:43 Author image
Jan Müller
placeholder

“Í londunum rundan um okkum eru slík netverk vanlig, og føroyska netverkið verður ætlandi partur av norðurlendska netverkinum eisini”, sigur Helma Maria Tróndheim, verkfrøðingur og ein av stigtakarunum til netverkið.

Um endamálið sigur Elisabet Dalsgaard, maskinmeistari og stigtakari: “Vit vita at tað eru fleiri kvinnur, sum velja orkugeiran frá, hóast tær hava áhuga fyri fakinum. Hetta er harmiligt, og vilja vit tí við ‘Kraftkvinnum’ bæði vísa á teir spennandi møguleikarnir sum eru her, og at vit longu eru fleiri kvinnur, ið virka innan økið.”

[object Object]

Stigtakararnir eru kvinnur, sum starvast hjá Sev, men ætlanin er røkka longur út. Vit ímynda okkum, at eitt nú kvinnuligir elektrikarar, verkfrøðingar, maskinmeistarar o.l. hava áhuga at vera við og vilja fegin hoyra frá lesandi og lærlingum eisini, siga stigtakararnir.

Hóast eitt nú Sev hevur fleiri kvinnuligar maskinmeistarar og elektrikarar í starvi, so eru lutfalsliga fáar kvinnur í slíkum størvum í Føroyum í mun nøkur av grannalondum okkara, og eitt av endamálunum við nýggja netverkinum er at virka fyri eini broyting av hesum.

Stovnandi fundur verður í næstum og stigtakararnir vóna, at undirtøkan verður góð. Áhugaðar kraftkvinnur kunnu skriva til [email protected].

Bára J. Kristoffersen á samskiftisdeildini hevur gjørt búmerkið til netverkið.

Kelda: SEV


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder