Kríggið í Miðeydstri heldur fram í vikuskiftinum við ísraelskum bumbuálopum á Iran og iranskum rakettálopum á Ísrael. Millum álopsmálini hjá ísraelska flogvápninum eru eisini olju- og gassleiðir, eitt nú risastóra gassfeltið South Pars, sum liggur í Persiska flógvanum. Dronur hava m.a. rakt Phase 14 økið í gassfeltinum, sum er eitt av teimum størstu í heiminum.
Sambært Bloomberg steðgaði álopið framleiðsluna á einum offshorepalli, sum framveiðir 12 milliónir kubikkmetrar av LNG um dagin. Hóast framleiðslan er komin í gongd aftur, so ber rávørugreinarin Ole R. Hvalbye í SEB ótta fyri avleiðingunum. -Hetta kemur sera ávart á, tí henda eina gassleiðin framleiðir nærum 20% av heimsins gassgoymslum. Iran eigur ein triðing av South Pars gassleiðini og Qatar tveir triðingar. Iran brúkar sjálvt stóran part av gassinum, men stórar nøgdir verða eisini útfluttar umvegis Hormuzsundið. Halda ísraelar fram við at bumba orkustøðir í hesum økinum og harvið eisini tær hjá Qatar, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri heimin heldur rávørugreinarin sambært E24.
Umleið 22% av heimsins framleiðslu av LNG nátúrgassi verða flutt gjøgnum Hormuzsundið. Mesta gassið fer til lond í Asia. Kortini verður mett at ein prísøking í Asia fer at fáa avleiðingar fyri Evropa eisini. Men talan verður neyvan um nakra oljukreppu, sum støðan er í løtu verður mett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald