Hetta er fyrstu ferð, at stuðul er markaður til verkætlanir innan orkumøguleikar úr undirgrundini skrivar Umhvørvis- og vinnumálaráðið á síni heimasíðu.
“Vit kunnu gagnnýta grønar og varandi orkukeldur upp aftur meira, men fyrst mugu við fáa størri vitan um teir møguleikar, sum eru í undirgrundini. Landsstýrið hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu gerast grønari, og hetta er eitt stig á leiðini”, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í orkumálum.
Verkætlanir, sum verða stuðlaðar av nýggju játtanini, skulu fremjast í samstarvi við Jarðfeingi ella Umhvørvisstovuna. Stovnarnir skulu tryggja, at úrslitini gerast atkomulig hjá almenninginum, og at onnur kunnu byggja upp á ta nýggju vitanina. Landið rindar í mesta lagi helvtina av samlaða verkætlanarkostnaðinum.
Hesar verkætlanir fingu stuðul:
1.000.000 kr. er játtað til at fremja fyrsta stig av eini upphitingarskipan til kommunalar bygningar við Sjógv í Kollafirði við heita vatninum á Lygnnesi.
165.600 kr. eru játtaðar til at gera royndarboring á Fossum í Klaksvík. Endamálið við verkætlanin er at kanna møguleikar fyri at hita upp bygningar við vatni úr undirgrundini á Fossum umframt at brúka vatn úr Norðoyatunnlinum.
634.400 kr. eru játtaðar til til at finna orsøkina til tann óvanliga jarðhitavøksturin á Glyvrum og samstundis finna út av, hvussu nógv og á hvønn hátt orka kann útvinnast úr undirgrundini til upphiting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald