Uttanlands

Lív kemur nú í aftur oljuvirksemið eystan fyri Føroyar

Í summar skal støða takast til útbygging av stóru oljukelduni Cambo nær Føroyum

Avgerð um at útbyggja Cambo til framleiðslu verður tikin seint í summar. Í næsta ár verður avgerð tikin um útbygging av Rosebank. Báðar oljukeldurnar liggur skamt frá føroyska markinum. Longur syðri liggja gasskeldurnar Tornado og Suilven, sum ætlanin eisini er at byggja út, um tær kunnu bindast í Cambo kjarnan.

Avgerð um at útbyggja Cambo til framleiðslu verður tikin seint í summar. Í næsta ár verður avgerð tikin um útbygging av Rosebank. Báðar oljukeldurnar liggur skamt frá føroyska markinum. Longur syðri liggja gasskeldurnar Tornado og Suilven, sum ætlanin eisini er at byggja út, um tær kunnu bindast í Cambo kjarnan.

2021-05-07 10:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Flaggskipið eystan fyri markið, oljufelagið Siccar Point Energy, fer í næstum saman við Shell at taka støðu til endaliga útbygging av Cambo oljukelduni skamt frá markinum, og í tí sambandi verður nú róð framundir, at eigararnir av Siccar Point vilja selja part av sínum ognarluti í stóru oljukelduni helst m.a. við tí fyri eygað at fáa nýggjar kreftir aftrat við í hesa stóru verkætlan tætt við Føroyar.

[object Object]

Oljukeldan Cambo liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum. Í summar verður helst avgjørt at byggja hana út, og tað kann fáa stóran týdning fyri oljuvónirnar á føroyska landgrunninum.

Korona seinkað útbyggingarætlanum

Eftir at korona nú í meira enn eitt ár hevur steðgað ella seinkað oljuvirkseminum eystan fyri føroyska markið, bendir nú okkurt á, at lív er við at koma í aftur virksemið á Atlantsmótinum, te. økið millum Hetland og Føroyar. Sambært nýggjari grein í altjóða oljublaðnum Upstream nú um dagarnar hevur oljufelagið Siccar Point Energy, sum er partur av fleiri oljukeldum eystan fyri føroyska markið, og sum telist millum feløgini við flest loyvum í økinum, ætlanir um at selja burtur av síni Cambo oljukeldu. Onkur vil  møguliga tulka hetta  sum eitt bakkast fyri virksemið á hesum leiðum, men helst er tað so, sum eisini fleiri eygleiðarar vilja vera við, at Siccar Point fegið ynskir at  fáa eitt felag aftrat at vera partur av Cambo verkætlanini og harvið betur at megna eina komandi útbygging.

Upprunaliga átti Siccard Point 100% av oljukelduni Cambo, sum tað keypti frá eysturríkska felagnum OMV saman við ognarluti í Rosebank kelduni eins og fleiri loyvum fyri umleið 7-8 mia. kr.  Seinni seldi felagið so 30% av ognarlutinum í Cambo til Shell, og nú ljóðar, at Siccar umhugsar at selja 40% aftrat av sínum parti av kelduni. Tvs. at Siccar Point kortini fer at standa eftir við meirilutanum uppá umleið 40%, meðan Shell og komandi nýggi eigarin fara at hava umleið  30% hvør.

Tað er greitt, at við at fáa enn eitt stórt oljufelag við, verður váðin spjaddur meira og til ber at seta meiri ferð á eina útbygging, sum vegna korona hevur verið í bíðistøðu. Ætlanin var annars at fara undir at útbyggja kelduna, soleiðis at fyrsta framleiðslan kundi vera í 2023. Men nú verður tað helst nakað seinni, tí endalig avgerð um útbygging verður ikki tikin fyrr enn í 3. ársfjórðingi í ár.

Fyri oljuvirksemið í hesum økinum og tvs. eisini fyri vónirnar hjá Føroyum at fáa leiting í gongd aftur, koma tíðindini væl við. Tí hetta merkir, at røringur aftur er í og fer nú aftur at verða varpað ljós á hesa nýggju oljuleið eins og alt økið skamt frá føroyska markinum.

Sambært Upstream so ganga bert nakrar fáar vikur, til vit vita, hvør fer at keypa part av ognarlutinum hjá Siccar Point Energy. Havast skal eisini í huga her, at felagið eigur 20% av enn eini oljukeldu eystan fyri markið, nevniliga Rosebank, har norska Equinor er fyristøðufelag og fer tað  í komandi ári at taka endaliga avgerð um útbygging har.

Aftrat at eiga stórar partar í hesum báðum oljukeldunum, so eigur Siccar Point eisini fleiri loyvi framvið føroyska markinum og nøkur saman við Shell.

[object Object]

Soleiðis fer fyrsti partur av útbyggingini av Cambo at síggja út.

Í samráðingum við keypara

Ein av høvuðsíleggjarunum í Siccar Point Energy er Blue Water Energy, sum eigur felagið saman við privata íløgufelagnum Blackstone, ið er heimsins størsta privata kapitalfyritøka. Ein av stjórunum í Blue Water, Graeme Sword, sigur við Upstream, at tað gevur meining at selja burtur av tí annars stóra ognarlutinum hjá Siccar í Cambo, nú dagurin nærkast, tá endalig avgerð skal takast um útbygging longu í 3. ársfjórðingi. -Vit eru í samráðingum við fleiri áhugaðar keyparar, um somu tíð sum vit nærkast endaligu avgerðini um útbygging.
 
Tann avgerðin skuldi annars verið tikin fyri umleið einum ári síðani, men varð útsett vegna korona. Stjórin í Siccar Point, Jonathan Roger segði tá, at Cambo  var vælegnað til eina lønandi útbygging ella sum hann málbar seg "Cambo is an extremely attractive development with compelling economics". Men so kom korona og tað gjørdi, at stór óvissa fór at vera um at fáa allar endarnar í eini útbygging at røkka saman, og tí varð avgjørt at útseta endaligu avgerðina um útbygging.

Cambo-keldan, ið er tað oljufundið, sum liggur næst Føroyum og tí sjálvsagt hevur stóran áhuga hjá teimum, sum vilja hava gongd á aftur oljuleitingina á landgrunninum, vakti serstakliga ans í 2018, tá ein avmarkingarbrunnur vísti seg at geva sera góð úrslit. Síðani tá hevur verið arbeitt við víðari menningini av hesi nýggju olju- og gassleiðini, og í august 2019 fekk fyritøkan Sembcorp Marine uppgávuna at gera uppskot til eina framleiðsluloysn við einum flótandi framleiðslupalli av Sevan slagnum, tvs. einum rundum palli av sama slag, sum oljufelagið ENI brúkar á Goliat feltinum í Barentshavinum. Eisini fekk veitarafyritøkan Baker Hughes til uppgávu at gera eina ætlan fyri framleiðslubrunnar og ymsan útbúnað á havbotninum. Felagið Genesis fekk til uppgávu at gera eina ætlan fyri eina gassleiðing frá Cambo til Hetlands.

Stjórin í Siccar Point segði við Upstream í september 2019, at metingarnar av goymslunum á Cambo-kelduni  eru øktar til 900 mió. tunnur. Tvs. at framleiðast kunnu einar 300 mió. tunnur. Í fyrstu útbyggingarfasuni av Cambo verður farið eftir 150 mió. tunnum ella 60.000 tunnum um dagin.

[object Object]
Verður avgerð tikin um at byggja Cambo út, verður hon tann oljuframleiðslan á bretskum øki, sum liggur næst Føroyum. Fleiri aðrar olju- og gasskeldur liggja eisini tætt við markið og møguleikar eru fyri, at fleiri av hesum eisini verða útbygdar.

Áhugavert fyri Føroyar

Tíðindini um at víðka um eigaraleiklutin í Cambo kelduni og harvið komandi útbyggingini man koma væl við hjá landsstýrismanninum í oljumálum eins og hjá sersfrøðingunum á Jarðfeingi, sum royna at fáa oljuleitingina í gongd aftur í Føroyum. Í fyrstu atløgu er spennandi at frætta, hvat oljufelag aftrat vil vera partur av eini útbygging. Í øðrum lagi nærkast dagurin í summar, tá møguligt grønt ljós verður givið til útbyggingina av hesi stóru kelduni, sum liggur nærri Føroyum enn allar aðrar framleiðandi keldur vestan fyri Hetland.

[object Object]

Økið innan fyri gulur linjurnar eru loyvi, sum Siccar Point Energy umsitur, nøkur saman við Shell. Her finna vit ikki færri enn fimm olju- og gasskeldur, nevniliga Rosebank fyri norðan, síðani Blackrock, Cambo, Tornado og Suilven. Allar liggjar tær nær føroyska markinum, og tí vil vaksandi virksemi í hesum økinum, fáa stóran týdning fyri royndirnar hjá Føroyum at fáa gongd á aftur leitingina ikki minst við markið. 

Ein endalig avgerð um útbygging fer óbeinleiðis at hava týdning fyri royndirnar at fáa í gongd aftur oljuleitingina í Føroyum. Cambo eins og Blackrock keldan nærhendis liggja nevniliga so tætt við markið, at tað er ikki óhugsandi, at feløgini aftanfyri útbyggingina vilja hyggja vestur um markið at vita, um oljugoymslurnar bretsku megin markið halda fram inn á føroyskt øki og á tann hátt kunna tryggja sær uppaftur størri goymslur, sum kunnu gera Cambo verkætlanina meira lønandi, nú tað er hugsandi, at fund føroysku megin markið í framtíðini kunnu binda í infrastrukturin á Cambo hinumegin markið. Oljan.fo skilur, at samband  er millum Jarðfeingi og Siccar Point Energy, har partarnir lata hvørjum øðrum innlit í data. Tað er tí ikki ósannlíkt, at ein útbygging av Cambo og seinni eisini Rosebank í grannaøkinum, kunnu føra til, at oljufeløg fara at vísa  áhuga fyri leiting  í føroyska grannalagnum eisini.

Eisini er greitt, at fólkini í nýggja Sjóvinnufelagnum fylgja væl við gongdini, tí útbyggingar eystan fyri markið er nettup nakað, sum føroyskir veitarar vilja vera partur av, nú hesar liggja nærri Føroyum enn Hetlandi og Skotlandi.

[object Object]

Cambo oljukeldan, sum goymir upp til 1 mia. tunnur av olju og gassi, liggur heilt tætt upp at føroyska markinum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder