Hetta segði Aksel Johannesen, løgmaður m.a. í síni ólavsøkurøðu í dag. Hann vísti á, at í vikuni vístu nýggj tøl, at tað, vit gera, munar. Útlátið er minkað. Men tað skal skerjast uppaftur meir. Løgmaður helt fram:
-Í fjør samtykti Løgtingið ein orku- og veðurlagspolitikk, og longu í ár verða 7 av teimum 25 átøkunum framd í verki. Komandi ár arbeiða vit við minst 10 átøkum.
-Ein týðandi partur av hesum er skiftið frá olju til varandi orkukeldur. Hetta krevur, at vit leggja orkunýtsluna um, spara orku og útbyggja varandi orku. Í næstum gera vit avtalu við SEV um orku- útbyggingar komandi fimm árini, og nýggj el-veitingarlóg kemur í Løgtingið. Vit hava eisini sett pengar av til, at almennir bygningar kunnu hitast við grønari orku segði Aksel Johannesen, løgmaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald