Tá fyrsti vongurin til vindmylnulundina skuldi koyrast av Oyrareingjum og niðan eftir Oyggjarvegnum vísti tað seg at vera ein trupulleiki at koma um svingið omanfyri Effo-støðina í Kollfjarðardali. Men eftir ífylling varð svingið breiðkað so mikið, at til bar at koyra aftur. Og túrurin niðan á Gellingarklett gekk sum fótur í hosu.
Og ikki kann sigast annað enn, at veðrið er við stigtakarunum, nú vongurin er tikin av bilinum og gjørdur klárur til at verða settur í fyrstu mylluna.
Farið varð beinanvegin eftir tí næsta vonginum, og tá hann er komin leiðina fram, verður væntandi byrjað at montera veingir skilst.
Heini Ellingsgaard, sum starvast hjá Effo og stendur fyri uppsetingini av vindmyllunum saman við øðrum góðum fólkum, sigur við orkan.fo, at um tað gongst sum ætlað og góða veðrið heldur sær, so er fyrsta vindmyllan liðugt uppsett seinni í dag.
Myndir: Heini Ellingsgaard og Esmar Klakstein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald