Talan er um millum 19 og 62 mió. tunnur av lættari olju í kanningarbrunninum Egyptian Vulture.
Kristin Wrestvik, stjóri fyri leiting og framleiðslu í Norskahavinum hjá Equinor sigur, at ætlanin hjá Equinor er at broyta landgrunnin frá einum olju og gasslandsluti til ein breiðan orkulandslut, sum skal tryggja virðisøking frá hesi leiðini komandi 10 árini. Leitivirksemið fer at vera raðfest høgt í hesum økinum sigur hon. Men í høvuðsheitum fer virðisøkingin at stava frá verandi framleiðsluøkjum við tilknýti til nýggj fund nær verandi undirstøðukervi. Hetta er annars sætta fundið, sum Equinor hevur gjørt á norska landgrunninum í ár.
Longboat Energy, sum er partur av brunninum hjá Equinor, gjørdi enn eitt fund fyri tveimum vikum síðani á Rodhette leiðini. Stjórin í felagnum Helge Hammer sigur, at tey eru sera nøgd við boriúrslitini higartil. Hesir báðir fyrstu brunnarnir hjá felagnum eru partur av ein størri boriætlan uppá sjey leitibrunnar á norska landgrunninum. Í løtuni er felagið við í enn eini boring á Mugnetind leiðini saman við Aker BP. Fjórði brunnurin Ginny/Hermine skal borast seinast í hesum árinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald