Danska reiðarríið Mærsk hevur lagt seg á odda í heiminum at fremja grøna orkuskiftið. Ætlanin var at brúka nýggja grøna brennievnið metanol, men hetta verður av ongum í hvussu er í eina tíð. European Energy, sum skuldi framleiða og lata Mærsk metanol til fyrsta nýggja grøna skipið, megnar ikki at lata brennievnið til ásettu tíðina. Tí skal skipið, sum er eitt av fleiri, brúka biometanol í byrjanini.
Nógv hevur annars verið gjørt burtur úr júst grøna orkuskiftinum hjá Mærsk, og ætlanin var, at ES forkvinnan Ursula von der Leyen skuldi doypa fyrsta metanol-skipið, tá tað kemur til Danmark seinni í ár. Danska felagið, sum skuldi lata metanol til Mærsk sigur, at framleiðslan av e-metanol er seinkað vegna tørvandi loyvum av ymsum slag.
Nú sigur felagið, at tað kann lata Mærsk nýggja brennievnið í 2024.
Uttan mun til hvat hendir, skrivar Søfart, so ætlar Mærsk ikki at broyta ætlan við at brúka metanol í 19 nýggjum farmaskipum tað byggir í løtuni. Ætlanin hjá danska reiðaríinum er at brúka grønt metanol sum brennievni í 25% av tess skipum í 2030.
Hóast hesa seinking so heldur menningin av e-metanol brennievni í Aabenraa fram og útlitini eru góð. Talan er um at framleiða 32.000 tons av grønum metanol um árið frá 2024. Felagið European Energys, sum gongur á odda í Danmark við at gera Power to X strategiina til veruleika, hevur eisini aðrar framtíðar ætlanir við at byggja eitt metanol virki í Aalborg, sum skal framleiða 75.000 tons av e-metanol frá 2025.
Fyritøkan skal eisini lata metanol til stórfyritøkur sum Lego og Novo Nordisk skrivar Søfart.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald