Hetta sanna tey hjá Magn, sum staðfesta, at sølan av olju til bæði føroysk og útlendsk skip ongantíð hevur verið hægri enn nú. Talan er í stóran mun um skip, ið fiska í ella nærhendis sjóøki okkara, sum oftast hava heimstað í einum av grannalondunum. Serliga síggjast nógv íslendsk, grønlendsk og norsk skip í føroyskum havnum, har tey bunkra. Størri ferðamannaskipini, sum eru gestir á okkara leiðum í summarmánaðunum, hava eisini valt at bunkra her.
Økta sølan av olju til útlendsk skip í Føroyum setir eisini aðrar ringar í sjógvin, nú hesi skipini oftani eisini keypa aðrar vørur og tænastur, tá tey eru í føroyskari havn.
Seinastu árini hava virkisfúsin føroysk vinnulívsfólk gjørt stórar íløgur í nýggj, stór og nútímans fiskavirki, sum veruliga hava evnað at tikið kappingina upp við líknandi virkir í grannalondum okkara. Virki sum Pelagos, Varðin Pelagic, Havsbrún og Pelagic í Kollafirði draga nógv útlendsk skip hendan vegin, og eru tað m.a. hesi skip, sum eisini velja at bunkra her, umframt at keypa aðrar vørur og tænastur. Tá føroyskt vinnulív stendur saman við at bjóða seg fram í altjóða kappingini, røkka vit longst, sigur Leif Hovgaard frá Magn í stuttari viðmerking.
Sølan av olju til útlendsk skip, sum bunkra í Føroyum, er vaksin so mikið nógv seinnu árini, at hon er um at yvirhála samlaðu føroysku oljunýtsluna á landi.
Aftrat hesum kemur eisini sølan av olju í útlandinum, sum er nógv vaksin, sambært Leif Hovgaard, sølustjóra hjá Magn. Hendan sølan var fleiri 100 mió. kr. í fjør, tvs. at fjórða hvør króna, sum Magn selur fyri, verður seld uttanlands, og er hetta nú vorðin ein sera týðandi partur av inntøkugrundarlagnum hjá Magn. Nevnast kann m.a., at føroyska orkufelagið selur ovurhondsstórar nøgdir av Diesel-olju til Grønlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald