Tann 78. ST aðalfundurin varð settur mánadagin og heldur fram alla hesa vikuna. Nærum 200 lond luttaka á fundinum, sum umrøður flest øll vandamál í heiminum í dag frá fátækradømi í menningarlondunum til kríggið í Ukraina.
Veðurlagsspurningar fylla sera nógv á aðalfundinum og eru fleiri dagar settir av til at viðgera teir. ST-aðalskrivarin Guterres leggur heldur ikki fingrarnar ímillum, tá hann enn einaferð ávarar um eina heimsumfatandi vanlukku, um øll lond ikki taka veðurlagsbroytingarnar í størsta álvara og í verki gera sítt fyri at steðga teimum.
“Humanity has opened the gates to hell" varð høvuðsboðskapurin frá tí sera avgjørda og kontanta ST aðalskrivaranum, tá hann setti veðurlagspartin av aðalfundinum.
Hann helt fyri, at ríkaru londini gera ikki nóg mikið fyri at steðga útlátinum ella stuðla menningarlondunum í at fremja grønar og varandi orkuloysnir.
Hann vísti enn einaferð á, at heimurin má gevast við at brúka olju og gass, tí hesi eru ein høvuðsorsøkin til veðurlagsbroytingarnar.
Guterres segði seg eisini taka fult undir við teimum mongu ungu, sum mótmæla eitt nú framhaldandi leiting eftir olju og gassi eins og útbyggingini av kolvetnisframleiðslu.
-Alt eigur at verða gjørt fyri at liva upp til ásetingarnar í Parísavtaluni frá 2015, sum setir krøv um mesta hitavøkstur uppá 1,5 stig. Við verandi gongd er ikki hugsingur um at røkka hesum máli, og tí eigur enn størri dentur at verða lagdur á at menna varandi orkukeldur.
Guterres ávarar heimsins lond um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum og vísir á ekstrema veðrið kring allan heim við turki, eldibrandum, yvirflóð og ógvusligum ódnum og heitir á stjórnirnar í ríka partinum av heiminum um at at ganga á odda at minka um CO2 útlátið, sum er høvuðsorsøkin til mannaskaptu veðurlagsbroytingarnar. Neyðugt er við ítøkiligum gerðum skal málið um null útlát røkkast í 2050. Nú er nokk tosað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald