Fríggjadagin varð Margit Stórá sett sum landsstýriskvinna í umhvørvis- og orkumálum. Hon tekur við starvinum í morgin og fer harvið úr sínum sessi sum landsstýriskvinna í heilsumálum. Ta uppgávuna hevur Javnaðarflokkurin avgjørt, at tingkvinnan úr Suðuroynni, Súsanna Bertholdsen skal røkja. Skiftið fer fram, eftir at Ingilín D. Strøm herfyri segði seg úr landsstýrissessinum.
Vit spurdu nýggju landsstýriskvinnuna, um Føroya fólk fer at síggja nakað annað og øðrvísi, nú Margit Stórá tekur við eftir Ingilín Strøm.
-Eg veit ikki, hvat tað er miðlarnir hyggja eftir, tá tit gera tykkara metingar. Vit eru tveir ymiskir persónar, men grundleggjandi eru vit báðar javnaðarkvinnur, so grundleggjandi verður tað ikki so ymiskt. Vit eru ymiskar á lyndi, og tað kemur man ivaleyst at merkja, men grundleggjandi eru vit rættiliga samdar, tá tað kemur til politikk.
-Og nú fer tú frá at hava havt heilsuna hjá Føroya fólki sum málsøki til hava heilsuna hjá allari jørðini sum arbeiðsøki, má tað sigast at vera eitt stórt fet víðari.
-Ja júst so. Hetta er eitt ráð, sum arbeiðir sera yvirskipað, og har man skal taka atlit til framtíðina hjá okkum øllum. Tað er nakað annað, og tað eri eg púra greið yvir.
Margit Stórá dylur ikki fyri, at tað í fyrstani, tá hetta varð uppá tal, hevði hon fløktar kenslur, tí heilsumál hava altíð havt hennara stóra áhuga. -Tá eg kortini hevði slept tí kensluni, so haldi eg tað er sera áhugavert at kunna vera við til at ávirka henda politikkin, tí hetta økið kemur meira víða um, enn heilsuverkið ger. So eg eri sera spent at fara í gongd.
-Sær tí nakra andsøgn í, at tú kemur at umsita grøn orkumál, meðan ein av tínum samstarvsfeløgum í landsstýrinum umsitur olju- og gassleiting.
-Tað er sera oftani, tá man arbeiðir við politikki, at tað onkuntíð virkar, sum tingini kunnu vera í andsøgn, og tá haldi eg tað er týdningarmikið, at man ger greitt, hvat tað er vit eisini skulu vera tilvitað um, soleiðis at man fær umhvørvis- og orkumál á breddan.
-Tað er sannlíkt, at tað verður brúk fyri olju og gassi leingi aftrat og tað eru tey, sum halda, at royndirnar og vitanin í hesi vinnu kunnu vera til gagn eisini fyri tað grøna orkuskiftið.
-Tað er týdningarmikið at seta ferð á tað grøna orkuskiftið, soleiðis at vit ikki halda fram við at brúka olju og gass. Fyri meg er tað ikki mest týdningarmikið, um vit fáa hetta ella hitt, men at vit seta ferðina upp fyri at tryggja okkum, at vit vera grønari og skjótari, og sum undanfarna landsstýriskvinna eisini hevur verið við til at seta út í kortið og fremja. Har mugu vit eisini minnast til, at tað kann vera ein trupul gongd, soleiðis at øll síggja meiningina við tí grøna skiftinum, og hví tað er so týdningarmikið júst at varpa ljós á týdningin av júst hesum skiftinum.
Nýggja landsstýriskvinnan í umhvørvis- og orkumálum er sannførd um, at tey øll í landsstýrinum verða noydd til at hava eitt tætt samskifti um, hvussu vit bera okkum at til frama fyri grøna skiftið.
-Tú skal sum landsstýriskvinna eisini taka avgerðir rundan um vindmylnuútbyggingar, og her er eitt aktuelt mál frammi um loyvi til vindmylnulundina Eysturlund í Eysturoynni. Hvørja viðmerking hevur tú til tað málið.
-Eg eri júst sett til at umsita økið og havi tí ikki havt møguleika at kunna meg um tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald