2023-01-12 22:37
Stóri eftirspurningurin eftir olju og gassi fyri at tryggja orkutrygdini í Evropa hevur við sær, at borifeløgini fara at fáa ov mikið at gera.
Í vikuni skrivaðu stjórarnir í fleiri av tænastufeløgunum í oljuvinnuni, Halliburton, Noble Corporation og Odfjell Drilling undir sáttmálar um at standa saman um framtíðar boringar á norska landgrunninum. Feløgini fara undir samstarv við oljufelagið Aker BP, sum hevur sett út í kortið at fara undir fleiri útbyggingar komandi fimm árini.
Sáttmálarnir hava við sær, at fýra pallar frá Noble og Odfjell Drilling skulu bora umleið 150 brunnar á norska landgrunninum hesi komandi fimm árini, í samarbeiði við Halliburton.
Hetta kemur eftir, at norski oljurisin Aker BP í fjør lat myndugleikunum inn útbyggingarætlanir fyri tíggju olju- og gassleiðir á norska landgrunninum. Samlaðu íløgurnar eru mettar til meira enn 200 mia. kr.
Júst tað at bora brunnar hevur alstóran týdning fyri komandi verkætlaninar. Vanliga fevnir boring av brunnum um 30 til 50% av samlaðu útreiðslunum av komandi útbyggingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald