Umboð fyri Minesto hava verið í Føroyum og lagt ætlanina fram fyri m.a. løgmanni, orku- og vinnumálaráðharranum og øðrum, og áhugin var stórur og móttøkan góð.
Útbyggingarætlanin kann sambært Minesto vera við til at nøkta 40% av framtiðar elorkutørvinum í Føroyum, og tí vera ein týðandi liður í arbeiðnum at røkka 100% burðardygga elorkuframleiðslu á landi í 2030 stendur at lesa á heimasíðuni hjá SEV.
Ætlanin, sum Minesto legði fram, vísir eina stigvísa útbygging av sjóvarfalsorkuni við 20-40 MW í hvørjum stað. Økini, sum Minesto hevur peikað á, eru ávikavist Hestfjørður, Leirvíksfjørður, Skopunarfjørður og Svínoyarfjørður.
Fyrsta stigið á leiðini er at seta út tvey smærri orkuverk í Vestmannasundi, eitt í vár og eitt seinni í ár - og arbeitt verður við einum størri orkuverki í Vestmannasundi, sum eftir ætlan skal setast út seinni í ár. Arbeitt verður síðan við at útvega neyðug loyvi til størru útbyggingarnar.
Les meira á www.minesto.se
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald