Innanlands

Minesto og Vestmanna kommuna og SEV gjørt sáttmála

Svenska fyritøkan Minesto, sum ger royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, hevur undirskrivað sáttmála við Vestmanna kommunu og SEV um leigu av lendi Inni á Fjørð og nýtt net til framtíðar virksemið.  

2022-12-24 17:38 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað hendi Tollaksmessudag, at Vestmanna kommuna saman við svensku fyritøkuni Minesto og SEV, tóku enn eitt týðandi stig á grønu leiðini.

Tá varð sáttmáli undirskrivaður, sum gevur Minesto møguleika at brúka øki á landi til sítt framtíðar arbeiði við menning av sjóvarfalsorkuni í Føroyum.

Hetta skriva fleiri útlendskir miðlar í morgun.  

[object Object]

SEV samstarvar við svensku fyritøkuna Minesto um royndarverkætlan við sjóvarfalsorku, sum fevnir um tvær sjóvarfalsorkuturbinur (drekar) í Vestmannasundi.

Talan er um ein sonevndan “long-term lease”  sáttmála millum Minesto øðrumegin og Vestmanna kommunu og SEV hinumegin. Hetta merkir, at Minesto er komið eitt týðandi stig víðari í sínum royndum at menna hesa serstøku orkuverkætlan.

Sáttmálin gevur Minesto atgongd til eitt øki uppá 2.050 m2 í innaru havnini í Vestmanna, Inni á Fjørð kallað. Haraftrat kemur eisini eitt nýtt netsamband.

Arbeiðið higartil hevur verið at royna drekarnar á einum ávísum stað í Vestmannasundi umframt at gera klárt til virksemið á landi, har koyring, eftirlit og viðlíkahald av orkustøðini fara fram.

Higani skal eisini komandi virksemi í Hestfirði og Skonunarfirði rekast.

[object Object]

Stjórin í Minesto, David Collier sigur, at staðsetingin Inni á Fjørð í Vestmanna er sera vælegnað til framtíðar útbygging av verkætlanini. Her er trygt og haraftrat tætt við royndarstaðið í Vestmannasundi og ætlaðu útbyggingina í grannafirðunum.

-Við hesum fáa vit synergiir, ið fara at stuðla uppundir alla verkætlanina.

[object Object]

Íløgan í eitt nýtt undirstøðukervi í Vestmanna er enn eitt týðandi stig hjá Minesto, tá hugsað verður um tær íløgur, sum longu eru gjørdar í Wales og í Gøteborg.

-Í góðum samarbeiði við Vestmanna kommunu og SEV hava vit tryggjað okkum eitt øki, sum er væl egnað bæði til at seta upp og koyra tær fyrstu tvær 30 MW turbinurnar í grannafirðunum eins væl og at stuðla upp undir verandi  framleiðsluna í Vestmannasundi, sigur Martin Edlund frá Minesto. 

[object Object]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder