Uttanlands

Eftirspurningur eftir olju setir met

Hóast eftirspurningurin eftir olju fer at vera methøgur í 2023, so er vøksturin kortini minni enn væntað.

2023-08-12 11:00 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta upplýsiir altjóða orkustovnurin IEA sambært E24 og Financial Times.  Stovnurin vísir til framhaldandi avbjóðingar fyri altjóða búskapin við høgum rentum, sum ger, at fyriøkur mugu liva undir truplum fyritreytum.

Hetta hevur havt við sær hægri oljuprísir. Oljuprísurin er í løtuni góðar 86 dollarar fyri tunnuna og eitt skifti var hann 88 dollarar, sum er tað hægsta siðani januar. IEA ávarar um, at goymslurnar kunnu minka, og tað kann hava við sær uppaftur hægri prís. 

[object Object]

Financial Times í gjár. 

Eftirspurningurin eftir olju setti met í juni við 103 mió. tunnum um dagin, og væntandi fer hann at vaksa enn meira í august. Í 2023 fer altjóða eftirspurningurin eftir olju at vaksa við methøgum 2,2 mió. tunnum um dagin. Ein orsøk eru mongu flogferðirnar í summarfrítíðini, økt oljunýtsla í orkuframleiðsluni og økt petrokemiskt virksemi í Kina. Við hesi gongdini er væntandi, at oljuprísurin fer at hækka enn meira. 

Kelda e24 og Financial Times


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder