Innanlands

Minni vøkstur í útláti av vakstrarhúsgassi

Samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum í 2021 var á leið 1,3 mió. tons av CO2 eindum, sum er 1 % meiri enn í 2020 – Tað er ein munandi minni vøkstur enn fýra undanfarnu árini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-07-28 16:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Umhvørvisstovan: Nýggj uppgerð vísir, at samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi í 2021 var á leið 1,3 mió. tons av CO2 eindum, sum er 1 % meiri enn í 2020.

Vøksturin er munandi minni enn fýra tey undanfarnu árini, serliga í 2017 tá útlátið vaks 18 % og í 2018 tá vøksturin var 9 %.

[object Object]

Samlað útlát av vakstrarhúsgassi, við og uttan útlendsk fiskiskip, 2001-2021

Um vit hyggja at útlátinum uttan bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum, er samlaða útlátið 1,0 mió. tons av CO2 eindum. Útlátið í 2021 var á leið 1 % hægri enn í 2020.

Áleið 85 % av samlaða útlátinum í 2021 stavaði frá nýtslu av brennievni.

[object Object]

Sum vanligt eiga fiskiskipini størstan partin av samlaða útlátinum, knøpp 50 %. Fiskiskip eiga helvtina av útlátinum, ið stavar frá brenning av olju. Av hesari helvtini eiga føroysk og útlendsk fiskiskip aftur hvør sína helvt. Á leið 14 % stava frá el- og hitaframleiðslu, tvs. SEV og brennistøðunum. Húsarhaldini eiga 9 %, ferðslan á vegum 9 %, ídnaðurin 5 %, onnur skip enn fiskiskip 4 % og handlar og stovnar 3 %.

Úti við 5 % av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi stava frá nýtslu av F-gassi, sum eru sterk vakstrarhúsgass, ið verða brúkt í ídnaðinum. Meginparturin eru HFC-gass, sum verða brúkt í køliskipanum umborð á skipum.

Seinastu 6 % av útlátinum er frá landbúnaði, mest frá landbúnaðarjørð, serliga láturgass frá lendi, sum verður taðað á ymiskan hátt.

Orsøkir til minkandi vøkstur í útlatinum
Ein orsøk til, at útlátið ikki økist eins nógv sum undanfarin ár er, at oljunýtslan er minkað. Høvðusorsøkin til hetta er, at nýtslan av tungolju í ídnaðinum minkaði 20 %.

Oljunýtslan til elframleiðslu er heldur ikki økt eins nógv og undanfarin ár. So hvørt sum meira varandi orka er tøk, fer oljunýtslan til elframleiðslu at minka.

Økingin í útlátinum av F-gassi er eisini minni enn undanfarin ár.

Nýggjar keldur nú við í uppgerðini
Sum nakað nýtt fevnir henda nýggjasta uppgerðin eisini um útlát frá keldum, sum áður ikki eru roknaðar uppí.

Størsta nýggja keldan er nýtsla av lendi, ella LULUCF, Land Use, Land Use Change and Forestry. Sum sæst á ovastu myndini, er útlát frá lendisnýtslu 3 % av samlaða útlátinum. Meginparturin er CO2 av graslendi, bø og haga, sum eru drenað. Av tí, at talan er um nýggj tøl, skulu tey takast við fyrivarni.

Dømi um aðrar nýggjar, men smærri keldur til útlát av vakstrarhúsgassi er útlát av metani frá tyrvingarplássum og láturgassi frá spillivatni, sum tilsamans er 1 % av samlaða útlátinum.

[object Object]

Gongdin í samlaða útlátinum (svart) og í útlátinum av vakstrarhúsgassi hjá brúkarabólkum, sum brenna olju, 2001-2021. Útlendsk fiskiskip eru ikki íroknað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder