Uttanlands

Neyvan stórar broytingar í norska oljupolitikkinum eftir valið

Helst verður nýggj stjórn skipað við Arbeiðaraflokkinum, Senterflokkinum og SV. Grøni flokkurin kláraði ikki at koma upp um sperrumarkið.

Formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Jonas Gahr Støre, sum væntandi verður nýggjur norskur forsætisráðharri.

Formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Jonas Gahr Støre, sum væntandi verður nýggjur norskur forsætisráðharri.

2021-09-14 19:23 Author image
Jan Müller
placeholder

Norska stórtingsvalið gjørdist ikki tað klimavalið, sum mong høvdu væntað. Eitt nú eydnaðist tað ikki tí grøna flokkinum MDG (Miljøpartiet De Grønne) at koma upp um sperrumarkið uppá 4%, hóast flokkurin megnaði at seta grønu dagsskránna undan valinum.  Flokkurin fekk tá avtornaði  3 umboð vald og fer tí neyvan at hava nakra ávirkan á eina komandi stjórn. Undan valinum varð annars gitt, at flokkurin saman við flokkinum De Røde kundi gerast tungan á vágskálini fyri at skipa eina Reyð-Grøna stjórn. Tann møguleikin er ikki til longur.

Tað var Arbeiðaraflokkurin, sum gjørdist vinnarin av valinum saman við Senterflokkinum. Saman við SV (Sosialistisk Venstreparti) megna hesir flokkar at skipa eina meirilutastjórn. Men higartil hevur Senterflokkurin sagt frá, at hann ynskir ikki at skipa stjórn saman við SV. Tað kann tí møguliga  enda við eini minnilutastjórn av antin Arbeiðaraflokkinum einsamøllum ella saman við Senterflokkinum.

Undan valinum varð nógv gjørt burtur úr klima- og oljumálum, har fyrst og fremst tey grønu hava havt sum aðalmál, at Norra gevst við oljuleiting og útbyggingum eins og setir ein dag fyri at gevast við oljuframleiðslu. Hóast tað finnast somu sjónarmið í fleiri av hinum flokkunum, so er greitt, at við Arbeiðaraflokkinum og Senterflokkinum á odda, fara ikki at verða stórar broytingar á oljuøkinum. Báðir flokkarnir hava sagt seg vilja halda fram við oljuleiting, tó at Arbeiðaraflokkurin vil ganga við til at fremja avmarkingar. Hinvegin er triði møguligi stjórnarflokkurin SV ímóti oljuleiting í heila tikið.

Ein nýggj stjórn kemur eisini at kenna seg noydda til at vera sera varin, tá tað snýr seg um at minka um oljuvirksemið til frama fyri grøna skiftið. Stórur meiriluti er nevniliga í Stórtinginum fyri, at tá talan er um at gera broytingar í oljupolitikkinum, so skulu hesar vera moderatar og hava stabilitet við sær. Tær skulu ikki hava við sær, at nógv arbeiðspláss verða løgd uttan at onnur koma ístaðin.

Tvs. at einstakir flokkar fara at hava ilt við at gera stórvegis broytingar, sum fara at ávirka oljuvirksemið, ið er eitt av mest týðandi beinunum undir norska búskapinum. Kortini er semja millum flestu flokkar um at skunda undir grøna skiftið í samfelagnum.

Meðan kjakið hinumegin Norðsjógvin í Bretlandi bæði  snýr seg um at steðga ella halda fram við oljuútbyggingum og leiting, so fer ein nýggj arbeiðarastjórn í Norra neyvan at góðtaka krøvini um, at útbyggingar av gjørdum olju- og gassfundum skulu steðgast, og heldur ikki fer hon at kenna seg noydda til at seta ein seinasta dag/ár fyri framleiðslu av olju og gassi.

Broytingar eru tó ávegis í norskum olju- og klimapolitikki. M.a. er uppskot lagt fyri Stórtingið um at broyta serstøku norsku oljuskattaskipanina, soleiðis at tað ikki verður eins lætt hjá oljufeløgum at fáa fíggjaðar leitiverkætlanir av norska statinum. Hetta uppskot kemur til umrøðu í Stórtinginum seinni í ár. Annars verða tikin nógv stig bæði frá vinnuni og almennari síðu at fremja íløgur í loysnir, sum kunnu vera við til at minka um CO2 útlátið sum partur av grøna skiftinum.

Spurningurin um at minka um CO2 útlátið er nevniliga  eitt av málunum, sum flestu av flokkunum í Stórtinginum ganga inn fyri. Munur er tó frá flokki til flokk, hvussu nógv og hvussu skjótt. M.a. vil Arbeiðaraflokkurin minka um CO2 útlátið við 55% í 2030, Senterflokkurin vil minka tað við 50% og SV vil minka við 70% í 2030.

Eitt av stigunum at røkka hesum málum er at menna vindorkuna serstakliga til havs, og streymurin frá hesi varandi orkuni skal m.a. stuðla uppundir royndirnar at elektrifisera mongu olju- og gasspallarnar á norska landgrunninum. Tað skal so aftur vera partur av royndunum at minka um útlátið. Á fleiri øðrum økjum liggur Norra millum fremstu lond í grøna skiftinum. Eitt nú liggur Norra fremst, tá talan er um at fara frá bensin- og dieselbilum til elriknar bilar. Ì norska høvuðsstaðnum hava tey sett sær sum mál, at allir bussar í Oslo skulu vera elriknir.

Mong stórmál standa á skránni hjá komandi norsku stjórnini. Tað er tó greitt, at klimamál fara at vera at verða eitt av teimum mest týðandi málunum í norskum politikki komandi fýra árini.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder