Harvið er peningastovnurin eisini ein tann fyrsti at lækka gáttina fyri veðurlagskrøvum. Bankin sigur seg m.a. vilja fíggja útbyggingar av olju- og gassverkætlanum í Arktis. Nakað, sum hevur fingið umhvørvisfelagsskapir og onnur at mótmæla.
Hóast gongdin hevur verið tann, at alsamt fleiri peninga- og fíggjarstovnar hava vent fossilum íløgum bakið, so eru tað framvegis nógvir peningastovnar, sum lata lán til olju og gass. Nordea hevur áður sagt seg vera ímóti at fíggja olju og gass eins og frackingverkætlanir, oljusand og framleiðslu í Arktis. Nú hevur Nordea so broytt lánipolitikkin. Roknað verður við, at fleiri av kundunum í Nordea, fara at mótmæla, at teirra pengar verða brúktir til at fíggja oljukeldur í Arktis.
Kring alt Evropa finnast stovnar og feløg við tilknýti til umhvørvisrørsluna, sum royna at steðga íløgum í olju og gass eins og kol. Ein slíkur er “Fair Finance Guide”, sum skrásetur íløgur hjá bankum. Hann heldur, at bankar hava eina lyklastøðu og ábyrgd, tá talan er um burðardygd og grøna orkuskiftið. Uttan lán eingin oljuleiting og vísa hesi feløg til niðurstøðuna hjá altjóða orkustovninum, sum sigur, at verandi olju- og gasskeldur eru nóg mikið til at nøkta eftirspurninginum, og at tað er óneyðugt at leita eftir meira olju og gassi. Verandi goymslur eru nóg mikið til at røkka veðurlagsmálunum í Parísavtaluni.
Fair Finance Guide vísir serstakliga á tvær risastórar verkætlanir, sum eru ávegis. Ein er oljuframleiðsla í Arktis og hin er í Argentina, har ein sera stór verkætlan er í gongd at útvinna skifergass. Ein tann ringasta koldioxid-bumban í heiminum. Stjórin í felagnum Jakob Konig sigur, at Nordea eigur at broyta avgerðina at fíggja olju og gass aftur. Nordea svarar aftur og sigur, at fyritøkan ongantíð er við til beinleiðis at fíggja fracking ella nýggjar leitiverkætlanir í Arktis. Felagið sigur eisini, at orsøkin til broytta lánipolitikkin er, at krøvini til at gera Evropa sjálvsveitandi við orku eru økt.
-Vit hava broytt politikkin av góðum orsøkum. Vit síggja, at norska Equinor gevur sítt stóra íkast til, at Evropa kann vera sjálvsveitandi við orku, og tá vilja vit stuðla hesum sigur Johan Ekwall, stjóri í Nordea.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald