Uttanlands

Norðmenn: Ja til framtíðar oljuleiting

Stórur meiriluti av norðmonnum vil halda fram at leita eftir olju og gassi

59% av norðmonnum vilja halda fram við oljuleiting, meðan 23% eru ímóti vísir kanning í Klassekampen

59% av norðmonnum vilja halda fram við oljuleiting, meðan 23% eru ímóti vísir kanning í Klassekampen

2021-07-12 11:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Ein kanning, sum norska blaðið Klassekampen hevur gjørt um støðutakanina hjá norska fólkinum til at halda fram við at leita eftir olju og gassi á norska landgrunninum, vísir, at ein stórur meiriluti vil halda fram við oljuleitingini, heili 59%. Tilsamans 23% siga, at Norra skal gevast við olju- og gassleiting. Umleið 18% siga seg ikki vita ella hava ikki tikið støðu.

[object Object]

Spurningurin um framtíðar oljuleiting og útbyggingar fyllur nógv í valstríðnum í Norra í heyst, har flokkarnir á vinstravonginum royna at fáa valdið aftur, eftir at flokkar á miðjuni og til høgru hava mannað stjórnina í mong ár.

Spurningurin um oljuna skilur tó flokkarnar vinstrumegin miðjuna.  Arbeiðaraflokkurin gongur inn fyri oljuleiting og framhaldandi oljuvirksemi, meðan Sosialistaflokkurin og tey grønu eru ímóti. Tí verður mett, at tað verður torført at fáa sett saman eina reyðgrøna stjórn í Norra eftir komandi val. Og júst tí meta fleiri greinarar, at núverandi stjórnin við Høgraflokkinum og hansara vælumtókta forsætisráðharra hevur møguleikar at halda fram, hóast veljarakanningarnar geva vinstraflokkunum meiriluta.

Útlit eru so ikki til, at tað verður nøkur broyting í oljupolitikkinum eftir komandi val. Tvs. at gongdin fer framhaldandi at vera tann, at oljuleiting og útbyggingar av olju- og gassfundum fara at halda fram.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder