Noreg tjenti 334 milliardir krónur í fjør upp á kríggið í Ukraina. Tað kemur fram í eini masteruppgávu, ið júst er almannakunngjørd.
Masteruppgávan hjá Eirik Hjalte og Idu Elisabeth Uberg Gaasland verður nú eisini brúkt politiskt, eitt nú av Miljøpartiet de Grønne, hvørs leiðari, Arild Hermstad, nú skýrir Noreg fyri at profittera upp á kríggið.
- Tað er forkastiligt, at Noreg skal vinna pening upp á vanlukkurnar hjá øðrum. Stjórnin ger tað pínligt at vera norskur, sigur Hermstad, sambært NRK.
Upphæddin á 334 milliardir krónur svarar til 27 prosent av norska gassútflutninginum tað árið, sum harvið gjørdist eitt metár fyri norskan gassútflutning.
Hava onga meining sjálvi
Tey bæði, sum hava skrivað masteruppgávuna ,hava lisið á Norges Handelshøyskole, NHH, men ynskja ikki sjálvi at hava eina meining um tað, tey hava funnið fram til.
- Vit ynskja at halda okkum nevtral til málið, men lata fegin okkara upplýsingar til kjakið. Summi siga, at Noreg fær gagn av krígnum, onnur vilja vera við, at hetta einans snýr seg um marknaðarkreftirnar – at Noreg hevur selt fyri marknaðarprís, sigur Ida Elisabeth Uberg Gaasland.
Men óansæð hvat fólk halda, so eru tey bæði samd um, at 334 milliardir norskar krónur er ein ófatiliga stór upphædd.
Tað, sum tey hava kannað er gassprísurin og so roknað út, hvat Noreg hevur vunnið av, at russiska gassið ikki longur var á marknaðinum. Men helst eru tað eisini onnur viðurskifti, sum hava verið orsøk til, at prísurin vaks í kjalarvørrinum á krígnum.
Erik Hjalte vísir heldur ikki aftur, at spekulasjón eigur sín part av prísvøkstrinum.
Noreg tryggjar lágan gassprís
Terje Asland, olju- og orkumálaráðharri frá Arbeiderpartiet sigur fyri NRK, at Noreg er millum tey londini, ið hava latið mest til Ukraina, bæði í neyðhjálp og hernaðarhjálp.
Men fyrst av øllum er Noreg ein álítandi veitari av gassi til Evropa, vísir hann á.
- Uttan norsku veitingarnar vildi orkuprísirnir verið nógv, nógv hægri. Øll, ið hava selt orku hava vunnið pengar upp á prísvøksturin, eisini norski staturin, sigur Aasland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald