Leiting eftir og framleiðsla av olju og gassi á norska landgrunninum er framvegis høgt í metum millum íleggjarar, og tað sæst m.a. aftur í mongu nýggju loyvunum, sum myndugleikarnir nú hava latið 19 oljufeløgum.Norski orkuráðharrin Terje Aasland fegnast um stóra áhugan fyri at halda fram við olju- og gassvirkseminum á norska landgrunninum.
-Norra er í dag mest týðandi veitarin av orku til Evropa, men um fá ár fer framleiðslan at lækka. Tí tørvar okkum nýggjar verkætlanir, sum kunnu steðga minkingini og geva mest møguliga framleiðslu. Og tí bjóða vit í dag 57 nýggj loyvi til 19 feløg, sigur ráðharrin og vísir á, at hetta er eitt týðandi íkast til at tryggja framtíðar virksemi i olju- og gassvinnuni.
-Slíkt virksemi hevur alstóran týdning fyri arbeiðspláss, virðisøking eins og orkutrygdina í Evropa sigur Terje Aasland.
Av teimum 57 loyvunum eru 31 í Norðsjónum, 21 í Norskahavinum og 5 í Barentshavinum. Equinor er tað felagið, sum hevur fingið flest loyvi, íalt 35.
![]()
Hjá Equinor eru tey sera væl nøgd úrslitið av útbjóðingini, sum fer at víðka um grundarlagið hjá felagnum at kunna finna meira olju og gass og økja um framleiðsluna. Felagið ætlar at bora 20 til 30 leitibrunnar um árið. 80% av leitingini fer fram nærhendis verandi oljuleiðum. 20% verða í nýggjum økjum.
Tað eru tó ikki allir flokkar í Norra, sum eru samdir um at menna oljuvirksemið. Flokkar uttast til vinstru halda seinasta útspælið frá stjórnini verða púra burturvið, tí nóg mikið av olju og gassi er longu funnið. Teir vísa eisini á, at kolvetni eru høvuðsorsøkin til veðurlagsbroytingar, og tí eigur framleiðslan at minka heldur enn vaksa. Víst verður eisini á, at tað er skeivt at økja um virksemið í norðurøkjunum, har náttúran og umhvørvið er sera viðkvamt.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald