Flótandi og fastar havvindmyllur fylla meira og meira í grøna orkuskiftinum, ikki minst í Norðsjónum, har flestu londini raðfesta orku frá havvindmyllum sera høgt. Millum teirra er eisini Norra, sum júst hevur latið upp fyrstu almennu útbjóðingina av økjum til flótandi og fastar havvindmyllur. Hesar skulu kunna útvega 3GW.
Hetta er tó bert fyrsta stig í eini ætlan at lata stór havøki upp fyri loyvum at menna havvindorku. Talan er bæði um flótandi havvindmyllur og tær, sum standa á botninum. Málið hjá norsku stjórnini er at røkka 30GW í 2040.
Tann fyrsta útbjóðingin uppá 3GW verður á Utsira Nord og syðra partinum av Norðsjónum.
Utsira Nord er eitt øki uppá 380 ferfjórðingar og er uttan fyri Stavanger, sum skal egna seg væl til flótandi havvindmyllur, meðan hini loyvini liggja í syðra partinum av Norðsjónum og sum fevnir um eitt øki uppá 1000 ferfjórðingar við markið til danska partin av Norðsjónum. Hetta seinna økið er betri hóskandi til botnfastar vindmyllur.
Málið hjá stjórnini er at bjóða fram øki til, sum kunnu framleiða 30.000 MW av offshore vindorku í 2040, sum er nærum tað sama sum samlaða norska orkuframleiðslan í fjør.
-Samstarv er lyklaorðið til, at hetta skal fara at eydnast. Við hesum fer at bera til at stovna nýggjan ídnað, menna varandi orkuna og leggja grund undir innovatión og tøkniligari menning, segði Aasland. Hann vísti á, at Norra er kent fyri at fremja menning stig fyri stig, og tí er hetta bara eitt av mongum stigum í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald