Uttanlands

Norra skal vera fremst í heiminum innan havvindorku

Norski forsætisráðharrin vitjaði í vikuni í Gulen, har vindmyllurnar til heimsins størstu flótandi havvindmylnulund verða savnaðar, áðrenn tær verða sleipaðar til havs at framleiða streym til fimm stórar oljupallar

Norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre sigur, at Norra skal vera leiðandi í heiminum innan flótandi havvindorku.

Norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre sigur, at Norra skal vera leiðandi í heiminum innan flótandi havvindorku.

2022-06-08 13:41 Author image
Jan Müller
placeholder

Norska stjórnin við Jonas Gahr Støre forsætisráðharra á odda ætlar, at Norra skal gerast fremsta havvindtjóðin í heiminum. Hetta segði hann undir eini vitjan í  Gulen, har  heimsins fyrsta og størsta flótandi havvindmylnulund, Hywind Tampen út fyri Miðnorra, verður sett saman.  Her eru tey í ferð við at savna og seta upp fyrstu fýra myllurnar av tilsamans 11 vindmyllum.

[object Object]

Tað er politikkurin hjá bæði norsku og bretsku stjórnunum, at flótandi havvindmyllur skulu vera partur av grøna orkuskiftinum og vera við til at minka um CO2 útlátið við m.a. at  framleiða streym til verandi og komandi  olju- og gasspallar í Norðsjónum eins og á Atlantsmótinum, millum Hetland og Føroyar. 

Hetta  verður so tann fyrsta royndin í heiminum at veita streym frá havvindmyllum til olju- og gasspallar til tess at minka um CO2 útlátið og harvið vera partur av grøna orkuskiftinum. Hetta er so eisini ein gongd, sum vit síggja er við at gerast veruleiki í bretska partinum av Norðsjónum, har myndugleikar og vinnan, fyri at minka um CO2 útlátið hjá oljuvinnuni, fara at menna flótandi havvindorku til bæði verandi og komandi olju- og gasspallar eitt nú eystan fyri Føroyar. 

[object Object]

Fyrsta flótandi havvindmyllan komin uppá pláss á Hywind Tampen leiðini í norska partinum av Norðsjónum. 

Norska stjórnin fer nú av álvara at seta ferð á vindmylnumenningina frá tveimum havvindmyllum til 1500 í 2040 sum kunnu framleiða 30.000 MW. Endamálið er eisini at skapa arbeiðspláss umframt at geva eitt týðandi íkast til grøna orkuskiftið. Stjórnin sær eisini møguleikar fyri útlfutningi av tøkni og sammetir samlaða pakkan við eitt kinderegg. 

[object Object]

4 av teimum 11 vindmyllunum, eru nú klárar til at verða sleipaðar út á Hywind Tampen leiðina og skulu har framleiða streym til raksturin av teimum báðum stóru oljuleiðununm, Snorre og Gullfaks, tilsamans 5 pallar. Framleiðslan verður 88 MW og skal veita 35% av streyminum á pallunum, sum fer at svara til eina minking í útlátinum hjá 100.000 akførum um  árið.

[object Object]

Øll verkætlanin kostar 5 mia. kr. og verður hon so at meta sum sveinaroyndin hjá framtíðar norskum havvindídnaði. Nógvir norskir veitarar hava verið við til at menna verkætlanina við tí nýggjastu tøknini, sum seinni kann gerast partur av útflutningi av vindmylnuútbúnaði og loysnum.

[object Object]

Jonas Gahr Støre, norksur forsætisráðharri her í Gulen, har fyrsta vindmyllan til Hywind Tampen lundina í Norðsjónum verður sett saman. Myndir Equinor.

Orka frá havvindmyllum skal í framtíðini vera eins stórur partur av samlaðu orkuframleiðsluni í Norra, sum vatnorkan í dag framleiðir. Ein partur av arbeiðinum hjá myndugleikunum fyri at fáa gongd á nýggju havvindorkuvinnuna er at leggja av og bjóða út øki til vindmylnulundir. Hetta arbeiðið er nú í gongd og er málið at kunna vera leiðandi í heiminum innan flótandi havvindmyllur. Málið er 30 GW av havvindorku innan 2040. Ein týðandi partur av menningini av havvindorku er, hvussu orkan skal flytast og her kemur spurningurin um hybridkaðalar inn í myndina. Hesir skulu við tíðini gera tað møguligt eisini at flyta havvindorku úr Norðsjónum til onnur lond. 

[object Object]

Føroyar í eygsjón frá fyrstu flótandi havvindmylnulundini í heiminum, Hywind Tampen í norska partinum av Norðsjónum. 

Eisini londini í syðra partinun av Norðsjónum hava stórar ætlanir um havvindmyllur. Herfyri samtyktu Danmark, Týskland, Belgia og Háland eina verkætlan, sum fevnir um 10.000 havvindmyllur umframt bygging av vetnisframleiðslu. Tann ætlanin snýr seg um at framleiða 65 GW innan 2030 og økja til 150 GW innan 2050. Til samanbering hevur ein meiriluti í norska Stórtinginum samtykt at byggja út við 30GW av havvindi innan 2040.

[object Object]

Havvindmylnulundin liggur 140 kilometrar úr landi á 300 metra dýpi millum oljuleiðirnar Snorre og Gullfaks

Norra kundi verið partur av samarbeiðinum millum tey fýra Norðsjóvarlondini men hevur heldur ynskt at ganga egnar leiðir og útbyggja havvindorkuna  í norska partinum av Norðsjónum. Men Norra vil fegið vera við til at menna netið, sum skal taka ímóti og flyta streymin. 

Eisini um okkara leiðir tvs. í Skotlandi og Hetlandi, verður orka frá flótandi havvindmyllum raðfest høgt í sambandi við grøna orkuskiftið. Fyrr í ár vóru 14 loyvi latin orku- og íløgurfeløgum at fara undir havvindorku út fyri skotsku strendurnar. 

Hjá grannanum í Hetlandi arbeiða myndugleikar og vinnan miðvíst við eini umfevnandi havvindorkuætlan, sum skal veita reina orku til Hetland men eisini útflytast til meginlandið. 

[object Object]

Bretski orkuserfrøðingurin Gunther Newcombe á vitjan hjá landsstýrismanninum í orkumálum, Magnussi Rasmussen, har hann kunnaði um framtíðar grøna orkuskiftið í Hetlandi. Hann var boðin til Føroya av Føroya Orkuídnaðarbólki. Mynd Jan Müller

Nú um dagarnar varð kendur bretskur orkuserfrøðingur á vitjan í Føroyum sum gestur hjá Føroya Orkuídnaðarbólki fyri at greiða frá hetlendsku ætlanunum við eitt nú vindorku. Hann vitjaði bæði landsstýrismannin í orkumálum, SEV, Umhvørvisstovuna, Jarðfeingi, Føroya Tele og Mest. 

Í oktober verður aftur stóra arktiska tiltakið í Reykjavík, har tað sum skilst eisini fer at verða varpað ljós á havvindorku í Norðuratlantshavi. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder